Jørgen setir kikaran á almennar nevndir og almenn ráð

Almennar nevndir og almenn ráð, kosta landskassanum eina tveysiffraða millióna upphædd um árið.

Tað staðfestir Jørgen Niclsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann sigur, at hetta er eitt mál, hann nú fer at taka upp við tí fyri eyga at skerja útreiðslurnar til almennar nevndir og ráð.

Hann sigur landsstýrið er farið at kanna alla ta ørgrynnu av nevndum, sum eru, bæði í sambandi við útgreiningar av ymsum slagi, umframt í sambandi við grunnar, partafeløg og aðrar nevndir og onnur ráð.

- Tá ið ein nevnd ella eitt ráð sett, vísir tað seg at vera torført at fáa nevndina avtikna, ella ráðið, avtikið aftur.

- Men tað er verri enn so altíð, at nakað gott spyrst burtur úr.

Av tí sama tekur landsstýrismaðurin heldur ikki undir við ætlanini hjá Javnaðarflokkinum um at seta eina nevnd at finna fram til, hvussu okkara skattaskipan skal vera framyvir.

Fíggjarmálaráðharrin heldur, at hetta er ein óneyðug nevnd.

- Hetta minnir mest um eitt orðafelli, hann hevði hoyrt um, at ”tá ið tann versti vildi hevnd, setti hann eina nevnd”.

Hann heldur, at tað er rættiliga einfalt at gera eina skattaskipan, tí tað snýr seg bara um at finna fram til, hvussu nógv, hvør einstakur skal rinda í skatti av síni løn.

Hann sigur, at nógvar útgreiningar eru gjørdar í samabandi við skattaviðurskifti.

Men stinga spurningar og uppskot seg upp, ber til at svara teimum og viðgera tey og at gera neyðugar útgreiningar, uttan at seta fleiri nevndir.

- At seta eina nevnd afturat loysir ongar trupulleikar, sigur Jørgen Niclasen.

Almennar nevndir og almenn ráð, kosta landskassanum tíggjutals milliónir um árið.