Aksel V. Johannesen
-----
Herfyri setti eg Jørgeni Niclasen ein einfaldan spurning um, hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á landskassan. Nú sonevnda svarið er komið úr Fíggjarmálaráðnum, standa spurningarnir framvegis ósvaraðir. Hinvegin vísir landsstýrismaðurin til tvær talvur við tølum, sum ikki svara spurningunum.
Tað átti at verið so líkatil, ja, stuttligt, hjá Jørgin Niclasen at prógvað tað, sum hann upp í saman hevur ført fram alment: At flatskatturin hevur havt positiva ávirkan á landskassan. Men kanska er orsøkin, at veruleikin um flatskattin er ein heilt annar enn tann, sum landsstýrismaðurin hevur ført fram, bæði í løgtinginum og fyri almenninginum.
At landsstýrismaðurin ikki svarar spurningum, sum eg seti honum, er onki minni enn ein vanvirðing av løgtinginum, fólkaræðinum og Føroya fólki.
Tí seti eg fram júst somu spurningar enn einaferð, og vóni, at landsstýrismaðurin hesaferð tekur seg um reiggj og virðir tingskipanina við at svara teimum fyrispurningum, sum verða settir umvegis Føroya Løgting.
Upprunaligi fyrispurningurin og svar er her: www.logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs
Endursettir fyrispurningurin er her: www.logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs