Hóast yvirskriftin í tíðindaskrivinum úr Fíggjarmálaráðnum skal signalera stabilitet, so er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum farin at dragna í kongunum. ”Tamarhald á útreiðslunum” eitur yvirskriftin í tíðindaskrivinum, sum greiðir frá, at landsstýrið stimbrar vøksturin í samfelagnum, samstundis sum vælferðartænasturnar og útbúgving verða raðfest.
Men handan føgru orðini staðfestir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyri fyrstu ferð, at yvirskipaða málið um yvirskot í 2016 verður ikki rokkið. Fyrrapartin staðfesti Jørgen Niclasen, at í 2016 fer fíggjarlógin at geva 75 milliónir krónur í halli, og yvirskotið má tí bíða til 2017.
Sja?lvandi er harmiligt, at hallið ikki er minni, men tað er to? einans 1,8 prosent av BTU?, og hetta er li?tið, ta? ið sammett verður við onnur lond. Ko?sin er sett fyri at fa?a javnva?g og um nøkur a?r at byrja at rinda aftur skuld, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Men tað er ikki bara frammi í tíð, at tølini ikki passa. Eisini í ár svíkja inntøkurnar, samstundis sum útreiðslurnar økjast meira enn landsstýrið upprunaliga ætlaði. Nú farið verður inn í oktober mánað vísa feskastu tølini hjá Fíggjarmálaráðnum, at í ár verður undirskotið 449 milliónir krónur. 153 milliónir krónur mangla í kassanum, samstundis sum 52 milliónir krónur eru brúktar ov nógv. Av eyka útreiðslunum er serliga talan um íløgur, sum skuldu verið gjørdar undanfarin ár, men hava drigið út og tí tyngja landshúsarhaldið í ár.
Men við minkandi inntøkum og øktum útreiðslum rakar fíggjarlógin fyri 2013 væntandi 205 milliónir við síðuna av, sammett við tey tøl, sum landsstýrið higartil hevur arbeitt eftir. Og tí verður undirskotið 449 milliónir í ár.
Í játtanarkørmunum hevur landsstýrið higartil sagt, at í 2014 verður undirskotið 235 milliónir krónur. Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram, verður arbeitt fram ímóti einum undirskoti á 250 milliónir krónur næsta ár. Tá verður roknað við 170 milliónum krónum í nýggjum inntøkum.
Vinnan
Tað verður eisini næsta ár, at ein fyribils skipan við tilfeingisgjaldi skal geva landskassanum inntøkur, sum so aftur kunnu minka um hallið á fíggjarlógini. Landsstýrið hevur enn ongan leist fyri, hvussu tilfeingisgjaldið skal krevjast inn næsta ár. Grundgevingin fyri hesum er millum annað, at enn veit eingin, hvussu stórar kvoturnar á sild og makrel vera í 2014. Men í fíggjarlógararbeiðinum verður siktað eftir sonevndu ”botnlinjuni”, og tað merkir at landskassin næsta ár skal krevja inn 107 milliónir krónur frá teimum, sum fiska sild og makrel.
Eisini ætlar landsstýrið at krevja fleiri pengar inn frá alivinnuni. Tað verður gjørt við at sonevndi tilfeingis-/loyvisskatturin verður eisini galdandi næsta ár. Her er leisturin tann, at ein eykaskattur verður lagdur oman á yvirskotið, ítøkiliga á yvirskot omanfyri eina millión krónur. Næsta ár ætlar landsstýrið, at eykaskatturin á yvirskot omanfyri eina millión verður sjey prosent. Og tað skal so geva landskassanum 63 milliónir krónur í inntøku.
Tilsaman skal vinnan so gjalda 170 milliónir krónur í sonevndum ”nýggjum inntøkum” til landskassan næsta ár.
Jørgen Niclasen ásannar, at aftur næsta ár verður talan um eina fyribilsskipan fyri vinnuna. Men landsstýrismaðurin lovar bót og bata fyri 2015.
- Fiskivinnunýskipanin skal fáast upp á pláss í vetur. Tí fáa vit eina varandi skipan, sum kemur í gildi 1. januar 2015, sigur Jørgen Niclasen.
Raðfestingarnar
Landsstýrið ætlar at gera íløgur fyri 295 milliónir krónur næsta ár. 85 milliónir krónur skulu brúkast til Marknagilsdepilin, 25 milliónir krónur skulu brúkast til Landssjúkrahúsið, 20 milliónir krónur til vardar bústaðir í Eysturoynni og Norðoyggjum, 37 milliónir til Viðareiðistunnil og 25 milliónir krónur til at umvæla almennar bygningar.