Jørgen og Katrín havt fund

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur hitt íslendska fíggjarmálaráðharran, Katrín Júlíusdóttir, sum er í Føroyum í sambandi við ráðstevnuna um føroyskt-íslendskt samstarv.

Á fundinum umrøddu tey bæði eitt nú dupultskattaavtaluna landanna millum. Avtalað er, at embætisfólk í Føroyum og í Íslandi taka upp nærri samrøður um dupultskattaavtaluna og onnur samstarvsøki

í fyrru helvt av apríl mánað.

Ráðstevnan um samstarv millum Føroyar og Ísland kom í lag í sambandi við, at íslendingar hava rindað lánið, sum teir fingu úr Føroyum, tá kreppan í Íslandi leikaði harðast á.