Jørgen og Bárður: - Vit hava vunnið

Andstøðan hevur á fundi í kvøld kjakast um samgongumøguleikar

Seinnapartin í dag hava floksformenninir í andstøðuni hitst fyri at tosa um, hvørjar  møguleikar eru fyri at skipa eina samgongu.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur í viðmerking í kvøld, at støðan er so at siga óbroytt síðan í gjár.

- Tað vit hoyrdu í gjárkvøldið er tað sama, vit hava tosað um í dag. Vit bóðu løgmann leggja frá sær, men tað vil hann eftir øllum at døma ikki, sigur Jørgen Niclasen, sum ikki ivast í, hvør gongda leiðin fyri hansara viðkomandi er.

- Eg meini tað, at samgongan hevur tapt valið, og andstøðan hevur vunnið valið. Tískil haldi eg, at fólkið hevur valt andstøðuna.

- Allir møguleikar eru opnir

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandflokkinum, sigur tað sama.

- Valúrslitið vísir nokkso greitt, at samgongan tapti, og andstøðan hevur meirilutan. Samgongan hevur seinastu árini ført ein politikk, har tey hava tosað um at hildið saman, og við tí í huga, so gevur matematikkin seg nokkso væl at skipa samgongu við andstøðuni, sigur hann.

Sambandsflokkurin er í einari lyklastøðu, tí bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru áhugað í at skipa stjórn við Sambandsflokkinum. Tí er yvirhøvur einki avgjørt enn, og flokkurin hevur ikki tikið støðu til, hvat tað endar við. 

- Sjálvandi eru allir møguleikar enn opnir, sigur Bárður á Steig Nielsen og leggur aftrat, at hann hevur tosað við allar floksformenninar. 

Bárður á Steig Nielsen hevur innkallað nýggja tingbólkin hjá Sambandsflokkinum saman í morgin fyrrapart, og seinnapartin slær andstøðan høvdini saman aftur til nýggjan fund fyri at finna út av møguligum samgongusamráðingum.