Jørgen Niclassen onga virðing fyri Sandoynni

(Sambært úttalilsinum í KVF í dag)

Hetta skal verða ein lítil viðmerking um brikslið frá landstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

Fyrst Jørgen! Tit hava einki gjørt við grótkastið hjá tykkum sjálvum, sum fór í stóra briminum í 2020. Tað liggur, sum ein ruin.

Grótið í innsiglingini eiga tit eisini. Hetta stavar frá arbeiði hjá landinum, sum ongantíð er gjørt liðugt og grótið, sum landið skuldi taka upp í innsiglingini í 2020 er heldur ikki liðugt, hetta er til stóran ampa fyri øll sum skulu brúka innsiglingina, eisini strandfaraskipini.

Jørgen Niclasen, er tú virkuliga so frekkur, at tú heldur, at Hasfjord ikki skal gjalda havnagjald í Skopunar havn?

Meinar tú, at skopuningar skulu gjalda tað rokningina?

Ella Jørgen var Hasfjord olmussa til Sandoynna?

Hetta er langt úti!

Um tú er ein rættur maður, so eigur tú at krúpa berføddur aftur í útvarpsstovuna og biða bæði skopuningar og alla sandoyar sýslu um umbering!

 

Vinarliga

Gerhard Lognberg, borgarstjóri