Fyrr í vikuni sendi Fiskimálastýrið skriv til norsku fiskivinnumyndugleikarnar, har m.a. spurt var, um norsku fiskivinnumyndugleikarnir hava vent kikaranum serliga móti føroysku skipunum sum royna í norskum sjógvi. Fyrst varð »Vesturvón« tikin fyri tíð síðani og fyri bert fáum døgum síðani »Enniberg«, og hetta fekk so Jørgen Niclasen at senda skriv til norsku myndugleikarnar við m.a. hesum spurningi.
Og nú er so avgjørt, at fundur verður um hetta mál longu mánadagin á embætismannastigi í Keypmannahavn, og er týsdagurin eisini settur av til fundir
Okkurt galið
Í viðmerking til blaðið, sigur Jørgen Niclasen, fiskivinnumálaráðharri, at tað er okkurt galið, tá í helvtin av føroyska flotanum, sum fiskar í norskum sjógvi, verður tikin innan fyri so stutta tíð.
- Trupulleikin er, at tað hevur ikki verið so nógv at fingið av toski nú, og hava bátarnir tí verið nakað víða. Í einum øki hevur so verið ov nógv hýsa, í einum øðrum ov nógvur upsi og einum triðja ov nógvur smáfiskur, so tað hevur ikki verið lætt at siglt uttan um skerini hjá bátunum.
Finna eina loysn
? Nú fara vit so at royna at loysa hetta mál, tí tað ber ikki til at hava avtalur landanna millum um fisk, tá bátarnir ikki sleppa at fiska. Endamálið við hesum fundum er tí at fáa tað at bera til hjá bátunum at fiska sína kvotu, og eisini at fáa greiði á, um føroyingar eru í nakrari serstøðu, tá ið bert føroyskir bátar verða tiknir, sigur Jørgen Niclasen.
Spurdur um fundur eisini verður millum hann og norska fiskimálaráðharran, sigur Jørgen Niclasen, at hesin fundur er avtalaður at verða eftir páskir.