Kaj Leo Johannesen hevur tilnevnt Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharra, til varaløgmann sín Eins og undir CHE-samgonguni verður tað uttanríkismálaráðharrin, sum verður varaløgmaður.
Kaj Leo Johannesen hevur tilnevnt Jørgen Niclasen sum sín varamann.
Sum uttanríkismálaráðharri umsitur Jørgen Niclasen ? sum tað í orðunum liggur ? uttanríkismál, og í einari blanding av málsøkjum hevur uttanríkismálaráðið fingið ferðavinnu at umsita.
Signalvirðið í hesum er, at vit ynskja at gerast sjónligari úti í heimi. Ætlanin er tí at samskipa tiltøk við teir stovnar, vit hava úti í heimi, sigur Jørgen Niclasen.
Varaløgmansheitið er annars fyri tað mesta bert eitt heiti, men sjálvandi er neyðugt at hava ein varamann fyri landsins hægsta persón, skuldi hann fingið hóttafall.