Jørgen Niclasen: Ráðharri og redaktørur

Jørgensa roynd at keypa og stýra pressuni er eitt sjúkutekin í okkara politisku skipan. Fær tað ongar avleiðingar, er eisini tað eitt sjúkutekin

Sjúrður Skaale
----------------
"Hvíta bókin" hjá Einari Már Guðmundsson er ikki bara eitt lemjandi ákærurit móti teirri Íslendsku yvirstættini, hvørs perversi grammleiki koyrdi landsins búskap í knas.
Bókin er eisini eitt slag av læknabók hjá okkum í Føroyum. Tí áðrenn Ísland legðist á songina, vóru nógv sjúkutekin at síggja. Og eru vit tilvitað um hesi sjúkutekin, kunnu vit, meðan tíð er, fyribyrgja at vit enda í somu støðu.
Tað mest álvarsama sjúkutekini, sum er líka sterkt í Føroyum sum tað var í Íslandi, er, at veljararnir ikki vita, hvat teir fáa fyri atkvøðuna. Nærum øll vallyfti í Føroyum eru følsk marknaðarføring. Politiska skipanin livir sítt egna lív, og veljarin hevur næstan onga ávirkan á nakað.
Vónandi hevur tann nevnd, ið skal endurskoða vallógina, onkran munadyggan heilivág móti hesum.
Pressan
Eitt annað sjúkutekin í Íslandi var, at fíggjarvaldið og politiska valdið keyptu sær ræði á pressuni.
Már Guðmundsson skrivar m.a.: "Fjølmiðlarnar løgdu tey pengasterku undir seg, almenna kringvarpið undantikið, men tað høvdu høgrasinnaðir politikkarar í hondum, tíðindatænastan mangan lítið meir enn eitt ilt av eini deild hjá hesum kreftum."
Eitt púra fræls pressa er avgerandi fyri, at fólkaræði kann fungera.
Tí tók eg tað upp, tá Dimma avdúkaði, at Jørgen Niclasen, við almennum pengum, hevði keypt sær umrøðu í Kringvarpinum.
Jørgen hevur nú svarað mínum spurningum. Og svarið sýnir ein hugburð, sum er ófrættakendur.

Redaktiónsleiðarin
Royn einaferð, kæri lesari, at hugsa tær, at tað er redaktørurin á Degi & Viku, sum sigur hetta:
"Tískil varð mett, at tað var viðkomandi at geva Føroya fólki sum heild innlit í, hvat arbeiðið fyri granskingarsáttmálan snýr seg um, og hvussu ein slík undirritan fer fram. Eisini var tað mett viðkomandi at geva eina ítøkiliga mynd av, hvussu samstarvið við ES fer fram."
Hugsa tær at redaktørurin heldur fram:
"Við at geva fjølmiðli møguleika at koma við til Brússel, var møguleiki hjá Kringvarpinum at fáa sjónarmiðini hjá ES við og tosa við viðkomandi fólk úr ES kervinum. Hetta var mett at lata upp fyri møguleikanum eisini at nýta ES kervið sum beinleiðis keldu, sum kundi viðføra ein breiðari tíðindaflutning um granskingarsáttmálan, tí onnur sjónarmið enn tey hjá Uttanríkisráðnum kundu verða drigin við í tíðindaflutningin."
Hetta gevur avgjørt meining. Hetta er logiskt. Um tað altso er ein redaktørur, sum sigur tað.
Síðani skuldi redaktørurin eisini gjørt av, hvør journalistur var best skikkaður at lýsa umrødda mál, og givið viðkomandi uppgávuna.
Jørgen
Trupulleikin - tann sera stóri trupulleikin - er, at tann, sum ger hesa journalistisku meting av málsøkinum hjá Jørgen Niclasen er ... Jørgen Niclasen!
Og tað er verri enn! Jørgen hevur eisini, við almennum pengum, rindað fyri, at hansara hugsan um journalistiskar raðfestingar kann fremjast í verki!
Og tað er verri enn! Jørgen hevur eisini gjørt av, júst hvør journalistur skal hava uppgávuna! Allar tær metingar, sum redaktørurin skuldi gjørt, hevur Jørgen altso gjørt.
Var einaræði í Føroyum, hevði hetta verið natúrligt. Men í einum fólkaræði er tað eitt sjúkutekin.
Og tað er verri enn! Tí í svarinum til mín dugir Jørgen als ikki at síggja, at hann hevur gjørt nakað galið...
Politiskt stýrd tíðindi
Og tað er verri enn!
Tí Jørgen Niclasen er formaður í einum politiskum flokki, sum ikki vil hoyra talan um, at Kringvarpið fær rúmari ræsur at gera sjálvstøðugar, redaktionellar raðfestingar.
Jørgen gongur eina aðra leið: Tað, sum Jørgen heldur skal raðfestast - tað rindar hann beinleiðis fyri við almennum pengum!
Um hetta ikki fær onkrar avleiðingar, so kunnu vit bara hugsa okkum, hvat tað næsta verður:
Annika Olsen kann rinda journalistum fyri at lýsa hennara royndir at fremja kommunusamanlegging.
Helena Dam á Neystabø kann rinda fyri innsløg um hennara skúlareform. Jóannes Eidesgaard kann keypa innsløg um arbeiðið at gera fíggjarlóg.
Tað, sum Jørgen hevur gjørt, kann tykkjast sum eitt lítið mál. Men tann fyrsti krabbaknykilin í kroppinum er eisini lítil!
Hetta er eitt sjúkutekin, sum skal takast í álvara. Verður tað ikki steðga, enda vit sum eitt annað Cuba.
Onnur dømi
Fólk hava sagt, at Jørgen ikki er tann fyrsti, sum keypir sær umrøðu. Fari eg víðari við hesum, siga tey, verður ljóskastarin bara settur á onnur mál. Kanska mál hjá onkrum tjóðveldisfólki.
Tað er rætt. Tað finnast helst dømi, sum minna um hetta.
Men júst henda hugsan er eisini eitt sjúkutekin.
Ein vandi í politikki er, at nógv hava beinagrindir í skápinum - ella kenna onkran, sum hevur. Og í staðin fyri at gera vart við rotinskap, verður endamálið tá at fjala útyvir rotinskap.
Ein "professionellur loyalitetur" vinnur fram, sum byggir á henda logikk: "Sigi eg hetta um hann, so sigur hann nokk eisini hitt um meg. Men tigi eg við hesum, so tigur hann nokk eisini við hinum".
Jørgen hevur uttan iva okkurt at "skjóta aftur við". Men óttast vit hetta, verður endin, at øll velja at tiga um alt.
Ósamsvar
Ein onnur, meira ítøkilig orsøk til at eg fari víðari við hesum er, at ósamsvar er millum tað, sum Jørgen Niclasen sigur í sínum svari til mín fríggjadagin, og tað, sum Miðlahúsið sigur um ferðina til Washington.
Í svarinum sigur uttanríkisráðharrin at "í sambandi við arbeiðsferðina hjá uttanríkisráðharranum til Washington var óformlig samrøða við Rás 2 um møguliga at hava tíðindafólk við á ferðini."
Men sambært Miðlahúsinum var tað ein útvaldur journalistur á Rás2, sum, persónliga, fekk tilboð um at fara við Jørgeni til Washington.
Tí havi eg spurt Jørgen Niclasen nærri um hetta, eins og um tær juridisku heimildirnar fyri hansara samstarvi við journalistar.