- Jørgen Niclasen var nakað seinur á sjóvafallinum.
Tað er viðmerkingin frá Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisfloksins til seinasta útspælið frá Fólkaflokkinum.
Eftir at ABC samráðingarnar slitnaðu í gjár, boðar formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, frá, at hann heldur, at besta boðið upp á landsins leiðslu, hevði verið ein ADEH sjálvstýrissamgonga.
-Tað hevði verið sera spennandi fyri sjálvstýrisfólk, um fullveldissamgongan gjørdist veruleiki, sigur Jørgen Niclasen.
Høgni Hoydal fegnast um nýggju tankarnar hjá Fólkaflokkinum.
Tað er bara tað, at nú er ov seint.
- Bæði eftir síðsta løgtingsval og eftir løgtingsvalið leygardagin, royndu vit í Tjóðveldinum at fáa Fólkaflokkin við í eina sjálvstýrissamgongu, men tað hevði ongan áhuga.
- Beinanvegin eftir valið, gjørdu vit greitt, at vit vóru til reiðar at skipa eina sjálvstýrissamgongu saman við Fólkaflokkinum, men tá av.
- Nú er støðan broytt, tí nú hava vit sett okkum til borðs saman við Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum at samráðast um eina nýggja samgongu og tær samráðingarnar taka vit í størsta álvara, sigur Høgni Hoydal.
- Hevði fráboðanin frá Fólkaflokkinum komið fyrr, hevði tað verið áhugavert, leggur hann afturat.