Jørgen Niclasen:Komm­un­ur­nar fáa fult endur­gjald

Tá eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita, skulu tær haldast skaðaleysar, og tær fáa eisini fult endurgjald fyri skattainntøkurnar, sum tær missa av landinum.

Ingolf S. Olsen
---

Kommunurnar eru stóri taparin, nú alsamt fleiri føroyingar leita sær av landinum at ar­beiða, eina­mest til hini norð­urlondini, og rinda skatt har.
Tí kommunurnar skulu framhaldandi veita almennar tænastur til tey, ið fara av landinum til arbeiðis, uttan at fáa eina krónu í kommunukassan frá teimum. Serliga stór­ur er trupulleikin í út­jaðaranum og í teimum smærru kommununum í miðstaðarøkinum.
Men 1. januar 2015 er trupulleikin loystur fyri teirra viðkomandi, lovar Jørgen Niclasen, lands­stýrismaður í fíggjar­mál­um.
– Tá verður eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita, og við í tí pakkanum er, at kommunurnar skulu haldast skaðaleysar. Tað merkir, at tær eisini verða kompenseraðar fyri skatt­in, sum tær missa av land­in­um, sigur hann.