Jørgen Niclasen fer at tosa við norðmenn um forfylging

?Tað er ongin grund til, at føroyskir fiskimenn í Noregi skulu føla seg forfylgdar, um teir ikki eru tað. Men verða teir forfylgdir má tað fáa ein enda, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri

? Tað hevur stóran týdning, at vit fáa reint borð við norðmenn.

Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, hevur tikið skuldsetingarnar frá føroyskum fiskimonnum ímóti norskum myndugleikum í so stórum álvara, at tað hevur longu verið ein fundur ímillum norðmenn og føroyingar um støðuna. Og eftir páskir verður ein fundur afturat.

Hesa seinastu tíðina eru norskir myndugleikar fleiri ferðir skuldsettir fyri at forfylgja føroyskum fiskimonnum

Málið varð reist, táið Sosialurin herfyri vísti á, at Vesturvón herfyri varð tikin og fekk 160.000 krónur í bót fyri at hava fiskað 959,5 kilo av nógv av hýsu.

Seinni visti Útvarpið at siga, at Enniberg varð tikin fyri at hava ov nógv av undirmálsfiki í lastini.

Teir báðir føroysku skipararnir vóru í øðini inn á norsku myndugleikarnar.

Teir skuldsettu norðmenn furi at forfylgja føroyingum, tí føroysk skip verð kannað í tíð og úrtíð, og beinanvegin teir finna okkurt, fellur hamarin, hvussu smátt tað so er.

Formaðurin í reiðarafelagnum styðjaði hesar skuldsetingarnar og hann kallaði norðmenn okkara verstu fíggindar í fiskivinnumálum.

Hann mælti til toppfund ímillum føroyskar og norskar myndugleikar fyri at reinsa tað ringu luftina, sum var ímillum norðmenn og føroyingar.

Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, tók áheitanina í størsta´alvara.

Úrslitið var, at fyrst í farnu viku var fundur í Keypmannahavn á embætismannastigi ímillum føroyskar og norskar fiskivinnumyndugleikar.

Tann fundurin endaði at kalla úrslitaleysir.

? Vit komu eitt sindur ávegis, men alt ov stutt til, at vit kunnu siga, at málið er avgreitt, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.

Tí er avgjørt at flyta samráðingarnar ?longur upp? á hægri støði.

Hann sigur, at fundur nú verður á politiskum stigi ímillum norska og føroyska fiskimálaráðharran um trupulleikan.

Fundurin verður eftir páskir, men endaligi dagurin er ikki ásettur enn.

Tað er heldur ikki greitt, hvat fundurin verður, men helst verður tað í Keypmannahavn.

Jørgen Niclasen sigur, at norðmenn eru sinnaðir at tosa við føroyingar um hendan trupulleikan

Men ikki óvæntað vilja teir ikki játta, at teirra fiskivinnueftirlit brúkar serligar mannagongdir ímóti føroyingum.

Tað vil siga, at teir vilja ikki góðtaka, at teir forfylgja føroyingum.

Men Jørgen Niclasen tekur uppaftur, at norðmenn eru sinnaðir at viðgera tann trupulleikan, vit hava, ella í hvussu so er halda okkum hava, av norsku fiskivinnueftirlitinum.


Tveir trupulleikar

Jørgen Niclasen sigur, at trupulleikarnir við norðmenn kunnu líkasum býtast í tveir partar.

 Annars parturin er, um norðmenn veruliga viðgera føroyingar øðrvísi og strangari, enn teir viðgerða fiskimenn úr øðrum lindum.

Hon trupulleikin er at gera fiskivinnuavtalurnar við norðmenn smidligari so at tað ber til hjá føroyingum at fiska.

Tvs, at reglarnar skulu ikki vera so óliðiligar og stívrendar, at tað í veruleikanum slett ikki ber til at fiska.

Tann fyrra trupulleikan vildu teir ikki kennast við, á fundinum í Keypmannahavnar.

Í fyrstu atløgu vilja teir ikki viðganga, at teir fara øðrvísi við føroyingum, enn teir fara við fiskimonnum úr øðrum londum.

Teir siga, at hetta er ein spurningur, sum má kannast gjølligari.

Men Jørgen Niclasen heldur, at tað hevur tóran týdning at halda fast um trupulleikan til hann er endaliga loystur.

? Tað er skilligt, at føroyskir fikimenn uppata hetta sum ein trupulleika, og tí er tað enyðugt at fáa fulla greiði á viðurskiftinunum.

Tí fer hann eisini at umrøða hetta málið við norska fiskimálaráðharran, tá ið hann hittir hann eftir páskir.

? Tað hevur stóran týdning at loysa málið.

? Er tað veruliga so, at norska fiskivinnueftirlitið fer harðari fram ímóti føroyingum, enn øðrum londum, má tað fáa ein enda.

? Men er tað ikki so, er tað eisini neyðugt at fáa tað staðfest.

Tí so er ongin grund hjá føroyskum fiskimonnum at føla seg forfylgdar um teir verða viðfarnir sum allir aðrir.


Liðiligari avtalur

Jørgen Niclasen sigur, at hitt endamálið við fundinum við norska fiskimálaráðharran, er, at gera reglarnar liðiligari.

?Tað er einki at ivast í, at føroysk skip, sum fiska ólóglig, skulu takast, eins og øll onnur.

? Men má regluferðir og lógir mugu heldur ikki gerast so truplar at halda, at tað í veruleikanunm verður ómøguligt at fiska.

? Og tað, sum vit uppliva ferð eftir ferð nú, er at føroyskir fiskimenn uppfata reglarnar so óliðiligar, at tað ber illa til at fiska.

? Ikki minst. nú tað er minni toskur at fáa í Barentshavi.

? Tað vísir seg t.d. at á einum øki er ov nógvur upsi blandaður uppí, á einum øðrum øki og nógv hýsa og á einum øðrum øki er tað ov nógvur undirmálsfiskur.

? Tvs, at føroyskir fiskimenn fáa illa gagnnýtt toskakvoturnar, uttan at skipanirnar verða gjørdar liðiligari.

Tað, hann sipar til er óivað m.a. tað at hóast Vesturvón hevði eina kvotu upp á yvir 200 tons av hýsu, vórðu teir tiknir fyri at hava havt 959,5 kilo av hýsu ov nógv í fimm hálum.

Norðmenn hyggja nevniliga ikki bara eftir heildarkvotuni.

Teir hyggja eisini eftir hvørjum einstøkum háli, og tað má ikki verða meiri enn 50% av hýsu í hvørum háli.

Og í fimm hálvum hevði Vesturvón sostatt 595,5 kilo av nógv av hýsu.

Í tí eina hálinum var ikki meiri enn talan um 1,5 kilo - og tað varð hon feld uppá.

Jørgen Niclasen sigur, at annars skerst tað ikki burtur, at fiskivinnusamstarvið við norðmenn hevur verið gott, bæði á politiskum og á embætismannastigi.

?Norðmenn eru harðir at samráðast við, men tað eru teir altíð. Men tað endar altíð við avtalum, sum báðir partar eru nøgdur við.

Men tað vísir seg, at tað er mátin, sum norðmenn útinna hesar avtalur, lógir og reglar uppá, sum skapa ónøgd hjá teimum, sum skulu fiska.

Og tí er tað sera týdningarmikið at taka málið upp, so at vit fáa slætt borð, sigur Jørgen Niclasen.