- Arbeiðsmátin er als ikki nøktandi.
Tað er dómurin, Landsstýrismálanevndin fellur yvir Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.
Men hóast framferðin als ikki er nøktandi, er kortini ikki talan um lógarbrot og so verður ikki gjørt meiri.
Landsstýrismálanevndin, sum hevur eftirlit við virkseminum hjá landsstýrisfólkum, hevur havt Jørgen Niclasen til viðgerðar, eftir at tey trý tingfólkini úr andstøðuni, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, og Kristina Háfoss og Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, klagaðu hann í heyst, eftir at hann hevði lagt fíggjarlógina fyri í ár fyri Løgtingið.
Tey trý halda, at landsstýrismaðurin hevur brotið játtanarlógina í sambandi við fíggjarlógina fyri í ár.??
Tey staðfesta, at stór frávik eru ímillum tað, Løgtingið samtykti í játtanarkarmunum í fjør vár og tað, sum stóð í fíggjarlógini, Jørgen Niclasen legði fyri Løgtingið í heyst. ??
Tey nevna sum dømi, at at rakstarútreiðslurnar á fíggjarlógaruppskotinum vóru 64,9 milliónir krónur hægri enn tað er samtykt í karmunum, útreiðslurnar til til verkløg eru 38,86 milliónir krónur lægri enn karmarnir áseta og inntøkurnar eru 102,5 milliónir lægri, enn ásett í karmunum. ??
Flótandi niðurstøða
Jørgen Niclasen hevur vart seg við, at løgtingssamtyktin um karmarnar er bara politisk, men er ikki løgfrøðiliga bindandi.??
Niðurtøðan hjá Landsstýrismannanevndini er eitt sindur flótandi og dregur á bæði borð
Nevndin sigur, at í løgfrøðini er greiðar ábendingar um, at samtyktin í játtanarkarmunum er bindandi.
Men hon staðfestir kortini samstundis, at heilt greitt er tað ikki.??
Annars er Landsstýrismálanevndin eisini samd í, at fortreytirnar kunnu broytast teir seks mánaðirnar frá tí, at uppskot til játtanarkarm lagt fram um várið, til uppskotið um fíggjarlóg verður lagt fram um heystið. ??
- Tað kunnu vera viðurskifti, sum av góðum grundum eru broytt, eitt nú kunnu málsøki verða flutt frá einum landsstýrismanni til ein annan, ella at tað vísir seg, at inntøkumetingarnar ikki halda. ??
Nevndin leggur tó dent á, at meginreglan er, at karmar og fíggjarlóg skulu samsvara og tí skal tað, sum er samtykt í játtanarkørmunum ikki broytast í sambandi við fíggjarlógaruppskotið. ??
Verða broytingar gjørdar kortini, mugu tær vera væl grundaðar, sakligar og byggja á veruligar broyttar fortreytir.
Sostatt skal talan ikki vera um meira ella minni tilvildarligar politiskar umraðfestingar, staðfestir Landsstýrismálanevndin.??
Als ikki nøktandi
Hon vísur samstundis á, at í? fíggjarlógini fyri í ár verður sera lítið gjørt burtur úr at grundgeva fyri, hví upphæddirnar í fíggjarlógaruppskotinum ikki samsvara við karmarnar. ??
Tá ið fíggjarlógin varð løgd fyri Løgtingið, royndi landsstýrismaðurin at binda um heilan fingur, tí hann hevur skrivað í hana, at ”Løgtingið samtykti játtanarkarmar 2013, uttan at binda seg til einstøku tiltøkini, sum vóru í játtanarkørmunum”.??
Men Landsstýrismálanevndin heldur als ikki, at hetta er nøktandi.??
Hon staðfestir at løgtingssamtyktin um játtanarkarmarnar er ikki ein leys ætlanaryvirlýsing, sum kann broytast við meira ella minni tilvildarligum politiskum umraðfestingum. ?
Landsstýrismálanevndin ger eisini greitt, at skulu tiltøkini í játtanarkørmunum ikki á nakran hátt skulu vera bindandi, er grundarlagið undir játtanarkarmunum burtur og so viðgerð Løgtingið teir undir skeivum fortreytum. ??
Hinvegin kann Landsstýrismálanevndin ikki staðfesta, at sjálv játtanarlógin er brotin, tí broytingar kunnu gerast í ávísum førum, tá talan er um ávísar broyttar fortreytir. ??
Kortini leggur Landsstýrismálanevndin dent á, at tað ikki kunnu gerast óavmarkaðar broytingar, og at tað als ikki er nøktandi, at tað ikki verður grundgivið fyri broytingunum.
LES EISINI GREININA: Mótstríðandi og ullint niðurstøða