Jørgen Niclasen missir undirtøku sum formaður í Fólkaflokkinum í hvørjum. Tingfólk og landsstýrisfólk hjá flokkinum finnast hvassliga at ymiskum viðurskiftum í flokkinum. Seinasta dømi um hetta er tingmaðurin Heðin Zachariassen.
Hendan innanhýsis uppgerðin kemur í kjalarvørrinum av avgerðini hjá Poul Michelsen, um at trekkja seg úr flokkinum, sum hann hevur umboða í sløk 40 ár.
Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur alment tikið undir við atfinningunum hjá Poul Michelsen, og hon er samd í at starvið hjá Jørgen Niclasen sum uttanríkisráðharri hevur skatt flokkin.
Eisini Rodmundur Nielsen, sum hevur umboða Fólkaflokkin sum varamaður í fleiri førum, tekur undir við sjónarmiðunum hjá Poul Michelsen og Anniku Olsen, og hann sigur seg ikki verða vísan í, at hann tekur av tilboðnum at umboða Fólkaflokkin á tingi, um hann fekk tað í boðið í dag.
Heðin Zachariassen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði við Rás2 fyri løtu síðani, at eisini hann setur spurnartekin við, um grundsjónarmiðini hjá Fólkaflokkinum verða umboðaði í hesi samgonguni.
-Eg eri ein borgarligur og sjálvstýrissinnaður politikari, og eg haldi ikki, at hesi sjónarmiðini hjá Fólkaflokkinum koma nóg væl fram í verandi samgongu.
Heðin Zachariassen staðfestir, at innanhýsis uppgerðir hava verið um hesi viðurskifti, og hann hevur víst á sína ónøgd á innanhýsis fundi í flokkinum.
-Eg havi valt ikki at trekkja meg úr flokkinum orsaka av hesum. Men vit mugu blíva samd um eina kós, sigur Heðin Zachariassen.
Hann sigur, at tað er eingin loyna, at hann, Poul Michelsen, Annika Olsen og Rodmundur Nielsen hava havt eitt sera gott samstarv, og missurin av Poul Michelsen kann fáa nakrar fylgir við sær.
Hann váttar fyri Rás2, at Jørgen Niclasen nú missir undirtøku sum formaður í flokkinum.
- Ein maður er farin úr flokkinum og tvey ivast í sínu støðu, so sjálvandi missur formaðurin nú undirtøku, sigur Heðin Zachariassen.
Hann leggur aftrat, at hann eisini hevur havt gott samstarv við aðrar politikarar enn teir omanfyrinevndu.