Jørgen missir tíggju fólk

Fimm starvsfólk á Uttanríkisráðnum fingu hoyringsskriv í gjár, og í tíðarskeiðnum millum aprílmánað í fjør og fram til 1. januar 2011 verður starvsfólkatalið á Uttanríkisráðnum nærum hálverast. – Tað er neyðugt, sigur Jørgen Niclasen

Starvsfólkahópurin á Uttanríkisráðnum minkar við tíggju fólkum. Í gjár fingu fimm fólk hoyringsskriv. Talan var um samskiparar, fólk á bókhaldinum og ráðgevar.

Hini fimm, sum eru givin ella ikki koma aftur, eru tveir fulltrúar, sum søgdu seg úr starvi herfyri, umframt trý fólk í farloyvi, sum ikki verða sett aftur.

– Hetta gera vit ikki tí tað er stuttligt, ella tí tað verður betri. Vit gera tað tí tað er neyðugt, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Uttanríkisráðnum, við Dag og Viku í gjár.


Minka um ferðavirksemi

Uttanríkisráðið skal spara sjey milliónir krónur. Við teimum fimm hoyringsskrivunum, sum vórðu latin starvsfólkum í gjár, sparir Uttanríkisráðið umleið tvær milliónir krónur. Sambært Jørgeni Niclasen skulu hinar fimm milliónirnar sparast við millum annað at minka um keyp av vørum og tænastum, sum hann tók til í Degi og Viku í gjár.

– Keyp av vørum og tænastum er sjálvt virksemi, og tað er íroknað ferðavirksemi og annað, sum kemur at minka, gjørdi hann greitt. Sostatt er líkt til, at tríggir ferðaseðlar til USA og aftur ikki koma at kosta 167.964 krónur í næsta ár eins og tað gjørdi, tá Jørgen Niclasen, Herluf Sigvaldsen og skrivari hansara vóru í Washington í junimánaði í ár.


Steingja onga sendistovu

Føroysku sendistovurnar verða eisini raktar av sparitiltøkum. Starvsfólkatalið verður minkað ymsastaðni, men eingin sendistova verður stongd.

– Tað er betri at vera til staðar við lægri blussi, enn als ikki at vera til staðar, sigur Jørgen Niclasen, sum í Degi og Viku eisini vísti á, at marknaðarføring av ferðavinnuni og menningarsamstarvið eisini lækkar nakað, sum hann tók til.

– Vit mugu royna at fáa sum frægast burtur úr tí. Branding og serliga ferðavinna er nakað, vit mugu royna at halda, men tað verður ikki betur við færri fólkum, uppgávan verður tyngri og summi ting koma at taka longri tíð, gjørdi Jørgen Niclasen greitt.


rolant@sosialurin.fo