Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur seg ikki hava mist vónina um, at hansara flokkur kemur í samgongu. Rás2 sendir hvønn fullan tíma, so leingi nakað hendir í kvøld Fáur føroyskur politikari man vera endurgivin so nógv, sum fyrrverandi formaðurin í Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, fyri orðini: ?Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt?.
Bæði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og núverandi formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hava endurgivið hesi orðini í dag.
Sjálvt um útlitini fyri at enda í andstøðu hesaferð, so hevur fólkafloksformaðurin ikki mist vónina um at koma í samgongu.
Skuldi tað hent, at hesir tríggir flokkar megna at gera eitt samgonguskjal, so væntar Jørgen Niclasen ikki, at samgonguni verður langt lív lagað.
- Hendan samgongan er so smøl, at eg ikki vænti, hon fer at yvirliva leingi. Tjóðveldi lovar sjálvbjargni í 2012, meðan Javnaðarflokkurin onki lovar, sigur Jørgen Niclasen.
Spurdur um, hvat hann væntar sær av eini samgongu við teimum trimum flokkunum, ið samráðast í løtuni, um hon gerst veruleiki, sigur Jørgen Niclasen:
- Meiri sosialismu.










