Jørgen má for Guds skyld lata Atla sita heima

Formaðurin í Felagnum Nótaskipum fer fullkomiliga at oyðileggja okkum framtíðina í svartkjaftavinnuni, sigur Jákup Olsen, sum eisini er limur í Felagnum Nótaskipum

Nú er at kalla opið kríggj í felagnum Nótaskipum um, tann fiskivinnupolitikk, vit skulu føra í svartkjaftavinnuni.

Og ein av limunum í felagnum, Jákup Olsen, í Vági, sigur bart út, at næstu ferð, vit fara at samráðast um svartkjaft, er eitt tað týdningarmesta, at formaðurin í felagnum, Atli Hansen úr Gøtu, ikki sleppur við, men verður sitandi heima.

Annars hevur formaðurin verður fastur fusur undir liðini á landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, tá ið vit hava samráðst um svartkjaft, men hetta má for Guds skyld ikki henda, tá ið vit aftur fara at samráðast við norðmenn, íslendingar og ES aftur, sigur Jákup Olsen.

Hann sigur, at Atli Hansen er nevniliga ikki áhugaður í at fáa føroyingum so høga svartkjaftakvotu sum gjørligt.

? Tað einasta, sum Atli Hansen er úti eftir, er at knúsa fiskimálaráðharran politiskt, tí eg dugi ikki at síggja nøkur onnur motiv, enn politisk motiv, til at formaðurin í Nótaskipum førir seg soleiðis fram.

? At hann so samstundis skal taka ein tann mest týðandi vinnumøguleikan, vit hava eftir, við í fallinum, ger minni, sigur Jákup Olsen.

? Tað einasta, sum tað tykist, at hann er úti eftir, er vit vit skulu fáa eina lítla svartkjaftakvotu, so at okkara fiskimálaráðharri skal tapa slagið um svartkjaftin, tí tað verður eitt álvarsligt politiskt bakkast fyri hann.

Tað, sum hann sipar til, er m.a tær ákoyringar, sum fiskimálaráðharrin hevur fingið frá Atli Hansen seinastu tíðina um svartkjaftakvotur og loyvir.

? Atli Hansen hevur bæði skuldsett Jørgen Niclasen fyri at siga ósatt og fyri annað mangt.

? Hvussu skulu teir báðir so kunna standa øksl ímóti øksl í hørðum samráðingum uttanlands, tá ið tónalagið ímillum teir her heima er so vánaligt, spyr Jákup Olsen.


Nøgdur við lítið

Jákup Olsen sigur, at tað, sum, sum Atli Hansen hevur spælt út við, vísir, at hann letur sær lynda, at føroyska svartkjaftakvotan verður ikki meiri enn eini 160.000-180.000 tons, tí krevur hann av Jørgen Niclasen, at vit ikki útbyggja vinnuna meir.

? Hetta er fullkomiliga burturvið. Tvørturímóti er tað alneyðugt, at vit hava nógv, góð skip at fiska svartkjaft við, so at vit við fullum rætti kunnu krevja eina nógv hægri kvotu.

?Tað kunnu vit ikki á nakran hátt, so leingi, vit ikki hava skip til at fiska við.

Jákup Olsen sigur, at at svartkjafturin er ein av okkara heilt fáu møguleikum, sum vit hava eftir, til at fáa meiri burturúr fiskivinnuni, og tann møguleikan mugu vit undir ongum umstøðum lata okkum gleppa av hondum.

? Skulu vit hava sjálvstýrið og menna ein sjálvstøðugan búskap, er júst hetta vegurin at ganga. Men tað vilAtli Hansen jú heldur ikki, Leggur Jákup Olsen afturat.