Jørgen lovar bíligari leiguíbúðir

-Vit skulu hava fleiri, bíligar leiguíbúðir. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum mánadagin leggur lógaruppskot fyri landsstýrið, ið ger tað møguligt at byggja íbúðir mvg-frítt.

Upprunaliga lógaruppskotið hevur verið úti til hoyringar, men enn eru lógartekniskir spurningar eftir at fáa uppá pláss.

-Teir arbeiða vit við at loysa, áðrenn uppskotið fer á landsstýrisfund mánadagin og síðani verður borið í løgtingið, sigur Jørgen Niclasen.

Fleiri verkætlanir at byggja leiguíbúðir eru í umbúna, bæði privat og í almennum høpi gjøgnum Bústaðir, sum er gamli Húsalánsgrunnurin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gloppar tí dyrnar fyri, at nýggja lógin kemur í gildi afturvirkandi, soleiðis at eisini tey, sum ikki tíma at bíða eftir lógini, møguliga sleppa at byggja bíligari.

Javnstilla

Sambært landsstýrismanninum er endamálið at javnseta eigarabústaðir og leigubústaðir. Argumentið er, at meðan eigarabústaðir fáa rentustuðul úr landskassanum, so er tað ikki galdandi fyri tey, sum byggja bústaðir at leiga út. Tað er, sambært landsstýrismanninum, ein orsøk til manglandi útboðið av leiguíbúðum og høgu húsaleiguna.

-Tí skulu tey, sum átaka sær at byggja leigubústaðir, sleppa undan at rinda meirvirðisgjald, sigur Jørgen Niclasen.

Hóast lógaruppskotið ikki er endaliga orðað enn, so verður lagt upp til, at lógin skal vera í gildi í fimm ár.

-Hetta skal vera eitt sokallað konjunkturpolitiskt tiltak, sum skal seta virksemið ígongd í byggivinnuni beinanvegin, samstundis sum fleiri bústaðarpolitiskir trupulleikar verða loystir innan stutt áramál, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen var gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 12.