Jørgen álitið hjá Tjóðveldi

Herfyri varð gitt, at Tjóð­veldi er far­ið at fríggja til Fólka­flok­k­in, eftir at Tórbjørn Jac­ob­sen gjørdi alment kunn­­ugt vegna Eysturoyar Tjóð­­veld­­i­s­felag, at flokk­ur­in ikki skal fara í blokk við Javn­aðar­flokk­in, »sum er meira sam­­­bandsk­­ur enn Sam­­bands­flokk­ur­in, og sum vil hava Før­oyar í ES sum dansk­an lands­lut«.

Hinvegin átti Tjóð­veldis­flokk­urin – sum Tobbi so gam­­al­­dags orða­r seg um sín egna flokk – at seta øll segl fyri at »stríðast fyri før­oyska nat­i­onal­statinum«.

Tað fall kortini fútanum í Kongs­havn fyri bróstið, at fólk fóru at hugsa um par­lag mill­um Tjóð­veldi og Fólka­flokk. Sjálvur Hoydal lýsti í hes­um sambandi alla sam­gong­u­na í bann.
Men hvussu er og ikki, so er kortini okkurt millum Tjóð­­­veldi og Fólkaflokk, tí Tjóð­­­veldi vil hava sjálvan Jørg­en Nicl­a­sen at standa fyri fíggj­­ar­­eft­ir­lit­i­num, sum skal halda í oyrunum á bank­u­num.

Hesum tekur »sam­bandski og ES-sinn­aði« Javn­að­ar­flokk­ur­in ikki und­ir við.

– So er spurningurin, um Tjóð­veldi vil hava rev­in at ansa høn­u­num – ella tað er góða gamla tjóð­veld­is­par­ol­an um, at ein ein vánalig før­oysk skúl­a­bók er fræg­ari enn ein donsk...