Jørgen hitti uttanríkisráðharran í dag

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur í dag havt fund við danska starvsfelaga sín, Lene Espersen. Endamálið við fundinum var at knýta sambond millum ráðharrarnar báðar og at umrøða mál, sum hava týdning fyri Føroyar.

Jørgen Niclasen uttanríkisráðharrin greiddi frá, at Føroyar ikki kunnu taka undir við einum nýggjum semingsuppskoti, sum verður viðgjørt á komandi aðalfundi hjá Altjóða hvalaveiðunevndini (IWC) í ár.

Uppskotið bannar at handla hvalavørur millum lond, eins og stórkvalaveiðan næstu 10 árini skal avmarkast til londini, sum longu nú veiða stórhval, t.e. Japan, Noreg og Ísland. Landsstýrið er prinsipielt ímóti, at semingsuppskotið frátekur Føroyum rættin at gagnnýta havsins tilfeingi skynsamt. Støðutakan Danmarkar til semingsuppskotið verður avgjørd í Fólkatinginum innan 2 vikur.

Eisini kunnaði Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri um frágreiðingina, sum útgreinar møguleikarnar við ES, og at politisk avgerð nú skal takast í Føroyum, um hvørja leið farast skal í einum tættari samstarvið við ES. Harumframt umrøddu partarnir ætlanirnar Føroya at gera handilssáttmála við Russland og Hvítarussland. Onnur mál av felags politiskum áhuga vóru eisini umrødd.