Jørgen hevur misskilt alt

Sambært Jóannesi Eidesgaard, veit Jørgen Niclasen als ikki hvat hann tosar um. Eisini er formaðurin í Javnaðarflokkinum harmur um viðgerðina, tíðargreinin hjá honum hevur fingið. – Kann mann ikki nevna nakað, uttan at verða lagdur undir at leggja eftir pensjónistunum, sum longu eru undantiknir í tankanum hjá búskaparráðnum, so er tað eitt álop á demokratiið, sigur Jóannes Eidesgaard

Jóannes Eidesgaard er harmur um viðgerðina greinin hjá honum hevur fingið í fjølmiðlum og hjá politikarum.

- Eg skrivaði bara, at búskaparráðið hevur spælt við tankanum við eini umlegging av skattaskipanini, men nú er tað brádliga eg og javnaðarflokkurin, ið eru forsprákarar fyri at leggja ognarskattir á fólk. Tað er púra burturvið, og eitt álop á demokratiið, um vit ikki kunnu diskutera nakrar møguleikar, uttan at mann verður gjørdur til ein, sum loypir á pensjónistarnar, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum. Hann greiðir somuleiðis frá, at tað fellir honum fyri bróstið, at Fólkaflokkurin nú skal fara eftir Javnaðarflokkinum, og at fáa tað at síggja út sum, at Fólkaflokkurin skal vera betri ímóti pensjónistunum enn, hvat Javnaðarflokkurin er. Tí í tankanum frá búskaparráðnum eru pensjónistarnir nevndir sum undantak.


Búskaparráðið ikki hoyrt

Jóannes Eidesgaard heldur tað vera løgið, at Jørgen Niclasen nú úttalar seg um bústaðarskattin, tí sambært formanninum í Javnaðarflokkinum, veit Jørgen Niclasen als ikki, hvat hann tosar um.

- Almennu Føroyar gjalda fyri eitt búskaparráð, men tað sær ikki út til, at nakar tímir at lurta eftir tí teir siga. Tí haldi eg tað vera harmiligt, at tá eg nevni nakað teir siga, so verður tað eitt persónligt álop ímóti mær. Tí eg havi onga støðu tikið um, hvørt vit skulu hava bústaðarskatt ella ikki. Eg veit ikki um Javnaðarflokkurin kann taka undir við bústaðarskatti. Men hetta er nakað vit mugu diskutera fyri at gera nakað við strukturella hallið í samfelagnum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Strukturella hallið í Føroyum er, at tað eitt miðalár ikki er javnvág millum inntøkur og útreiðslur.


Bara eitt hugskot

Tá Jóannes Eidesgaard í tíðargrein síni í Sosialinum skrivaði um bústaðarskattin nevndi hann bert fyrimunirnar við honum, men hann dugir eisini at síggja stórar vansar.

- Mann hevur fyrr tosað eitt sindur um bústaðarskatt, og tá hevur tað verið soleiðis, at mann hevur funnið fram til, at tað kemur at kosta sera nógv í umsiting, tí bústaðarskattur, sum tey gera tað í Danmark, krevur eina virðismeting av hvørjum einstøkum húsi, og so er spurningurin, um mann nakrir pengar høvdu verið eftir, tá hendan meting var gjørd, metir Jóannes Eidesgaard.


Skatta virðisøking

Í tankanum hjá búskaparráðnum er ætlanin, sambært Jóannesi Eidesgaard, ikki at skatta bústaðin, men virðisøkingina í bústaðnum. Tí vanliga fer ein virðisøking fram í einum húsum, og tí metir Jóannes Eidesgaard hendan skattin á saman hátt sum rentuskatt, har mann skattar av eini inntøku.

- Mann skal minnast til, at hetta ikki handlar um, at taka ognir frá fólki, men bara at skatta eina meirinntøku, greiðir Jóannes Eidesgaard frá, sum ikki vil koma inn á, hvat hendur, tá virðið í húsum minkar, tí so langt er ætlanin ikki komin enn.