Formaðurin í Fólkaflokkinum hevur góðar vónir um, at ABC samgongan heldur fram. - Eg haldi, tað sær lovandi út, sigur Jørgen Niclasen Tað var ein rættiliga bjartskygdur formaður í Fólkaflokkinum, sum setti seg í bilin á Skálatrøð á veg móti heimbygdini, Sørvági, eftir at hava samráðst allan seinnapartin á Gamla Apoteki um møguleikarnar fyri at halda fram í ABC-samgonguni.
- Sjálvandi eru tað ávís mál, ið flokkarnir ikki eru samdir um, men hetta er ikki verri, enn at tað eigur at bera til at finna fram til eina semju um at halda fram í samgongu saman, segði Jørgen Niclasen.
Klokkan 10 í morgin er kallað inn til realitetetssamráðingar, og tá verður farið undir at skipa seg í bólkar, sum hvørjir sær skulu taka sær av teimum ymsu málsøkjunum.
Higartil hava tað verið floksformennirnir og ein annar tingmaður frá hvørjum flokki, ið hava samráðst. Fólkaflokkurin hevur verið umboðaður av Jørgeni Niclasen og Jógvani á Lakjuni, Sambandsflokkurin av Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl og Javnaðarflokkurin av Jóannesi Eidesgaard og Hans Paula Strøm.