Jørgen heilsar Lenu

Í sambandi við, at Lene Espersen er vorðin nýggjur formaður í danska Konservativa flokkinum, hevur Jørgen Niclasen sent henni heilsu Fólkaflokkurin og Konservativi flokkurin í Danmark eru bróðurflokkar, og hava samstarvað á fólkatingi í mong ár. Og nú Konservativi flokkurin hevur skift formann, hevur formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen sent Lenu Espersen heilsan.

»Tað er mær ein stór frøi at ynskja tær hjartaliga tillukku við valinum sum nýggjur politiskur leiðari fyri Konservativa. Fólkaflokkurin í Føroyum ynskir tær hepni og eydnu í arbeiðinum.

Konservativu og Fólkaflokkurin hava, sum partar av borgarligu familjuni í Norðurlondum, altíð staðið saman um felags virðir. Hendan felags virðiskós hevur eisini víst seg í góða samstarvinum, sum okkara floksfelagar, Óli Breckmann og Annfinn Kalsberg, hava havt við Konservativu í fólkatinginum.

Konservativu hava nú fingið eitt ættarliðsskifti, eins og Fólkaflokkurin fekk eitt ættarliðsskifti fyri einum ári síðani. Eg síggi fram ímóti, at vit, tað nýggja ættarliðið, fara at fremja og styrkja okkara samstarv«.

Jørgen Niclasen er annars bjóðaður til landsfundin hjá teimum konservativu sum gestarøðari. Konservativu hava landsfund vikuskiftið 27. og 28. september.