Jørgen gevst sum uttanríkisráðharri

Fólkaflokkurin minkar um landsstýrismanningina, og samstundis sigur Anfinn Kallsberg farvæl eftir at hava umboðað flokkin í Løgtinginum í góð 30 ár.

Jørgen Niclasen hevur gjørt av at lata landsstýrissessin sum uttanríkisráðharri frá sær longu í dag. Hann fer í staðin at taka við sínum løgtingssessi og gerst samstundis formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd í staðin fyri Anfinn Kallsberg.
Jacob Vestergaard tekur við sum nýggjur uttanríkisráðharri. Hann er frammanundan fiskimálaráðharri og fer fram eftir at røkja báðar hesar landsstýrissessirnar.
- Tíðirnar eru jú ikki tær bestu, og samgongan hevur verið noydd at fremja nógvar rasjonaliseringar í almenna geiranum. Og tá vit fremja slíkar rasjonaliseringar, eiga vit eisini at vísa vilja í toppinum. Við hesi umskipanini minka vit landsstýrismanningina hjá flokkinum úr trimum niður í tvey landsstýrisfólk, sigur Jørgen Niclasen.

Meira tíð til flokkin
- Sjálvur ætli eg nú, umframt løgtings- og fíggjarnevndararbeiðið, at brúka nógv meira orku og tíð til mítt álitisstarv sum formaður í Fólkaflokkinum. At sita í landsstýrinum merkir tíverri, at fjarstøðan til flokkin verður størri, og ferðavirksemið, sum fylgir við uttanríkisráðharrasessinum, hevur sjálvsagt ikki gjørt støðuna betri í so máta. Tí má eg eisini ásanna, at eg ikki havi kunnað røkt mínar uppgávur sum formaður eins væl, og eg fegin vildi, meðan eg havi virkað sum uttanríkisráðharri, sigur Jørgen Niclasen.
- Hetta vil eg fegin bøta um nú, og næstu tíðina vil eg brúka upp á at umleggja leiðsluuppgávurnar, so tað fram eftir verður lættari at leiða flokkin – eisini um eg einaferð skuldu farið aftur í landsstýrið”, sigur Jørgen Niclasen.

Kallsberg sigur farvæl
Jørgen Niclasen tekur yvir formanssessin í fíggjarnevndini eftir Anfinn Kallsberg, ið hevur gjørt av at leggja løgtingssessin frá sær. Í november kundi Anfinn Kallsberg halda 30 ára starvsdag sum løgtingslimur.
Hann var formaður í Fólkaflokkinum frá 1994 til 2007, tá Jørgen Niclasen tók við. Anfinn Kallsberg hevur eisini verið bæði løgmaður, fíggjarmálaráðharri, fiskimálaráðharri og løgtingsformaður, og hann hevur umboðað flokkin eitt valskeið í Fólkatinginum.