VELJARAKANNING Í VÁGUM
Jóannes Hansen
Á fólkatingsvalinum í november vóru ábendingar um tað. Tá varð sagt, at fólkatingsval og løgtingsval kundu illa sammetast. Nú staðfestir veljarakanningin, at tað eru rættuliga góðir møguleikar fyri tí. Vágamenn geva sambandsflokkinum so mikið dygga undirtøku, at flokkurin væl og virðiliga ? um val hevði verið í hesi vikuni ? hevði fingið báðar teir umdømisvaldu tingmenninar.
Tað hevur hann ongantíð áður havt, men tað hevur onkra ferðina verið heilt tætt við. Síðsta dømið um hetta var í 1978, tá sambandsflokkurin undir leiðslu av Paula Ellefsen bara restaði seks atkvøður í at fáa bæði umboðini.
Marius Dam hevur seinasta valskeiðið umboðað Vágarnir í løgtinginum. Hesa ferð hevur flokkurin trý nøvn á listanum. Umframt Marius Dam eru tað fyrrverandi tingmaðurin Sune Jacobsen í Sørvági og Gunnar K. Nattestad, sum er ættaður úr Miðvági, og sum býr í Sandavági.
At sambandsflokkurin tykist vera so drúgvur í Vágum bendir á, at tað verður torført hjá Jørgeni Niclasen at endurvinna tingsessin, sum hann vann í 1998, og sum Jóanis Nielsen í Sandavági hevur røkt, síðani Jørgen gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Nógvu tey seinnu árini hevur tað verið soleiðis, at umframt sambandsflokkin og fólkaflokkin hevur tað verið javnaðarflokkurin, sum hevur telvast um teir báðar umdømisvaldu sessirnar. Nú hevur tjóðveldisflokkurin yvirtikið næstfremsta plássið. Men hann er sambært kanningini langt frá at vinna umboðan fyri Vágarnar. Seinast tjóðveldisflokkurin átti umboð í Vágum var í valskeiðnum 1954-1958. D. P. Danielsen, sum eisini hevði sitið á tingið frá 1950-1954, var valdur á ting fyri Vága valdømi tá.










