- Fíggjarlógin fyri næsta ár er ein harður pakki við bleytum innihaldi.
Soleiðis legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskotið hjá samgonguni til fíggjarlóg fyri næsta ár, fram í morgun.
Hann vísir á, at útreiðslurnar á fíggjarlógini eru vaksnar 5% í miðal hesi seinastu árini, men inntøkurnar eru bara vaksnar helvtina.
- Tískil er skilligt, at tann gongdin kann ikki halda fram, segði hann.
Tí hevur samgongan sett sær fyri at fáa javnvág á fíggjarlógini.
- Men tað skal ikki gerast við at seta útreiðslurnar niður, men at steðga á eina løtu.
Sostatt skal føroyska samfelagið rekast fyri sama krónutal næsta ár, sum í ár.
Tískil hevur verið neyðugt at gera raðfestingar, har hildið verður aftur á summum økjum, men á øðrum økjum verður tænastan bøtt.
Hann sigur, at samanleggingar eru neyðugar og í hesum sambandi skal Landsbankin, Gjaldsstovan og Hagstovan leggjast saman til ein stovn.
- Tað fer at skapa betri fakligt umhvørvi, sigur landsstýrismaðurin.
Samstundis skal ferð setast á at byggja íbúðir til fólk við breki og øðrum serligum tørvi.
Inntøkurnar fara fyri fyrstu ferð í søguni upp um 4,5 milliardir næsta ár. Men ein fortreyt fyri tí er, at landskassin fær 125 milliónir í tilfeingisgjaldi og fimm milliónir í føroyskum ferðslubótum, sum nú enda í statskassanum, men sum nú skulu í landskassan.
Útreiðslurnar verða slakar 4,8 milliardir.
Næsta ár verður hallið á fíggjarlógini 253,2 milliónir, krónur.
Íløgurnar næsta ár verða 260 milliónir, men harafturat eru 142 milliónir, sum standa og sum ikki eru brúktar og harafturat skal nýggj farstøð byggjast í Vágum.
Sostatt verða almennu íløgurnar eina hálva milliard næsta ár og tað er nógv tað mesta, sum hevur verið.
- Hetta er eitt úrslit, vit eru stolt á, sigur Jørgen Niclasen.