Jørgen er eitt happioffur

Í Tíðargreinini í blað­num í dag hugleiðir fyrr­ver­andi løgmaður, Jógv­an Sundstein, um, at Javn­að­ar­flokk­urin i­kki vil sam­starva við Fólkaflokkin og nú eisini mælir øðrum til at boykotta Fólkaflokkin.

Hann samanlíknar hetta við happ­ing.
– Eyðkent er, at nøkur (sum halda seg vera) taka seg saman at kúga onn­ur og skúgva tey til viks. Or­søk­irnar kunnu vera so mangar, men ofta er tað øvundsjúka ella undirlutakensla, sum er ver­uliga orsøkin til happing, skriv­ar Jógvan Sundstein.
- Í eini happingarstøðu eru vanliga tveir partar. Ein, sum happar ella kúgar, og ein, sum verður kúgaður. Tann, sum kúgar, heldur seg vera tann sterka og vil halda hin niðri. Men mangan er tað ræðsla fyri dygdunum hjá mótpartinum, sum fær hin til at happa.
Hetta samanlíknar Jógv­an Sundstein við tað, sum Aksel V. Johannesen nú førir fram ímóti Fólk­a­flokk­inum­, sum hann ikki vil sam­starva við.
– Nú roynir Aksel Jo­hann­esen at fáa allar hinar flokk­arnar at bannlýsa Fólkaflokkin. Eyðkennini fyri happing eru nú til stað­ar. Fólkaflokkurin er ov dugnaligur, og Jav­n­að­ar­flokk­urin ­er ov veikur ella kanska ódugnaligur. Tí má Aksel fáa allar hinar í part við sær og útiloka Fólka­flokkin frá øllum sam­ar­beiðs­møg­u­leikum, skrivar Jóg­van Sundstein.
Les alla Tíðargreinina á síðu 15.