Jørgen: Blokkur verandi frystur

Hósdagin hevði Jørgen Nic­l­a­sen onga viðmerking, tá vit spurdu hann um tær níggj­u mill­i­ónirnar, sum blokkurin skal hækka næsta ár – og tað, sum henda øking skal lækka – tað sum svarar til 15 pro­sent av vøkstr­i­num í van­ligu inn­øk­um lands­kass­ans. Ta øk­ing­ina met­ir lands­stýr­ið til 106 mill­i­ón­ir, og 15 prosent av tí er um 16 mill­i­ónir krónur.

Sambært sam­gong­u­skjal­i­num, so skulu hesar 16 mill­i­ón­ir­nar mótroknast teim­um 9 – og so verður úrs­­l­it­ið negativt. Alt annað líka, so átti tað at merkt, at blokk­stuð­ulin ikki hækkar eitt oyra.
Men hóast bæði Kári Post og Jenis av Rana skilja sam­gong­u­skalið soleiðis, sum skriv­að stendur, so hev­ur løg­m­að­ur onkra aðra frá­greið­ing.
Tað er tí, at vit fegin vildu fingið svar frá Jørgen Nicl­a­sen um hetta mál, men hann vil ikki svarað, hóast vit hava fingið orðið á hann.
Á landsfundi hjá Fólka­flokk­i­num 26. november boð­aði Jørgen Niclasen frá, at tað als ikki var vist, at rík­is­veit­ing­in fór at hækka:
Hann vísti á nevndu orð­ing í sam­gong­u­skjal­i­num og stað­festi, at und­ir van­lig­um um­støð­um, við van­lig­­um inn­­tøku­vøkstri í lands­kass­an­um, fer danska rík­is­veitingin ikki at veksa.
Og so kom hann til poengið við hesi orðingini:
– Í veruleikanum verður úrs­litið, at eisini framyvir verð­ur ríkisveitingin akk­ur­át líka fastfryst, sum hon hev­ur verið seinastu árini.
Vit vildu fegin fingið Jørgen Niclasen at svar­að okkum uppá, um blokk­stuð­uli­n hækk­ar, og um tað er í tráð við sam­gong­u­skjalið og politikkin hjá Fólk­a­flokk­inum – ella um hetta er ein av kam­el­unum, sum Fólka­flokk­ur­in nú skal svølgja.