Jørgen arvar ikki formanssessin

Fólkaflokkurin boðaði frá í skrivi, sent fjølmiðlunum, at Jørgen Niclasen tekur yvir formanssessin í fíggjarnevndini eftir Anfinn Kallsberg, sum hevur lagt løgtingssessin frá sær. Tað ber rætt og slætt ikki til.

Eingin kann arva ein formanssess í løgtingsins nevndum. Hann skal veljast. Jørgen Niclasen er tískil ikki formaður í fíggjarnevndini, uttan hann tryggar sær undirtøku í valbólkinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Miðflokkin.