Í samband við sólarmyrkingina hin 20.mars í 2015 var Pól Jespersen í KvF við upplestri úr bókini "Rúmdin -almenn stjørnufrøði", sum hann sjálvur hevur skrivað, og sum Nám gav út í 2012.
Her segði Pól Jespersen eitt nú, at soleiðis, sum støddarviðurskiftini í rúmdini eru, er vanliga lítil vandi fyri samanbrestum, men í sonevnda smástjørnubeltinum er øðrvísi. Her bresta smástjørnur javnan saman og broyta kós, og tá kann tað henda, at tær fáa kós móti jørðini.
- Granskarar vita um smástjørnur, sum hava verið okkum nær. Náttina millum 7. og 8. november í 2011 fór ein smástjørna - 2005 yu55 - við 400 metrum í tvørmáli fram við jørðini. Ferðin var umleið 50.000 kilometrar um tíman. Tá stjørnan var okkum nærmast, var hon nærri jørðini enn mánin.
Hann vísti á, at á mánanum síggjast nógv tekin um stórar samanbrestir við smástjørnur. Á mánanum er einki lofthav, so har verða arrini standandi. Øðrvísi er á jørðini. Her hvørva tílík arr, sum tíðir líða.
- Týðilig tekin eru tó um tílík arr ymsastaðni á jørðini. Í Arizona í USA er eitt slíkt tekin. Barringer-holið í Arizona er 180 metrar djúpt og 1200 metrar í tvørmál, og rondin er einar 45 metrar hægri enn lendið, sum er uttanum.
Jarðfrøðingar vita um fleiri ógvusligar hendingar í jarðarsøguni. Eitt nú var ein hending fyri umleið 65 miljónum árum síðan, sum beindi fyri dinosaurunum og øðrum lívi. Helst var tað ein smástjørna, sum var einar 10 kilometrar í tvørmáli, sum rakti jørðina.
- Granskarar halda seg nú vita, hvar bresturin var. Í Mexiko funnu teir í 1992 einar 1400 metrar undir jørð farveg eftir ein samanbrest. Skapið er 180 kilometrar í tvørmáli.
Pól Jespersen vísti á, at eitt kvøld, tá tað er klárt í veðrinum, nýtist tær sjáldan at eygleiða himmalin leingi, til tú sært eitt stjørnuskot ella ein nykbrand, sum stjørnuskotið eisini verður rópt.
- Ein ljósstrípa fer eftir luftini, sæst eina løtu og hvørvur. Hetta eru rúmdarsteinar. Tað eru smásteinar ella jarnpetti, sum koma við ferð inn í lofthavið. Flestu eru so smáir, væl minni enn høgl í vavi, at teir kóka burtur av gnýggingini, so heitir teir gerast.
Hann segði, at heita slóðin, sum fær luftina at lýsa, er so breið, at hon sæst væl við berum eygum. Stjørnuskotini tendra, tá tey eru nakrar hundrað kilometrar yvir jørðini og slókna, tá tey eru einar 75 kilometrar uppi.
Pól Jespersen segði eisini, at um vit taka fingurin eftir einum vindeygakarmi, sum ikki hevur verið vaskaður leingi, kunnu vit vænta, at ein partur av dustinum, sum kemur upp á fingurin, er øska frá stjørnuskotum.
- Hvørt ár tyngist jørðin túsundtals tons av slíkum tilfari úr rúmdini.
Hann vísti á, at vanliga verður tosað um trý orð, sum verða brúkt til at lýsa hetta fyribrigdi.
- Rúmdarsteinurin er luturin, sum er á ferð í rúmdini. Tá luturin kemur inn í lofthavið, rópa vit hetta stjørnuskot ella nykbrand. Er rúmdarsteinurin so stórur, at hann ikki kókar burtur og dettur niður á jørðina, kalla vit hetta loftsteinar.
Pól Jespersen segði, at loftsteinar eru svidnir uttaná ella hava storknaða skorpu, sum bráðnaði ovari í lofthavinum, og stundum bresta teir av nógva hitanum, men niðari í lofthavinum kólna teir skjótt og eru longu kaldir, tá teir detta niður á jørðina.
- Innan eru hesir steinar óskalaðir, og granskarar eru ógvuliga grammir eftir at kanna tílíkt tilfar, tí tað kann siga nakað um upprunan til sólskipanina. Loftsteinar verða eisini brúktir til at staðfesta aldurin á sólskipanini.
Hann segði, at geislavirkiskanningar vísa, at loftsteinar eins og sólskipanin er slakar 4,6 miljardir ára gamlir.
- Loftsteinar verða flokkaðir eftir, hvørjum tilfari teir eru úr, steinsløgum ella jarni við nikkul í. Fólk hava tíðliga í tíðini lært at brúka jarnið úr rúmdini til amboð og vápn, segði Pól Jespersen.
Lesið eisini greinina um eina forvitnisliga hending á Toftum um dagarnar - http://www.in.fo/news-detail/toftafolk-fingid-vitjan-ur-rumdini/