Í gjár var markið fyri, hvussu nógv útlát jørðin natúrliga megnar at bera, rokkið.
Seinastu árini hevur ein óheppin siðvenja tikið seg upp – nevniliga at sonevndi »earth overshoot day«, ovnýtsludagurin, fellur alsamt fyrr á árinum. Tað merkir, at longu 2. august høvdu menniskju brúkt árskvotuna fyri vatn, jørð, reina luft og onnur náttúruevni, soleiðs, at jørðin ikki sjálv megnar at endurnýggja náttúruevnini.
Innan sjey mánaðir hava menniskju sostatt dálkað meira enn jørðin megnar at bera, veitt fleiri djór, enn burðardygt er og drukkið meira vatn, enn jørðin framleiðir um árið.
Tað eru WWF, altjóða grunnurin fyri náttúru og Global Footprint Network, ið kunngera uppgerðina á hvørjum ári.
Sambært serfrøðingum, ið bretska tíðindablaðið, the Independent, vísir til, skulu 1,7 gongustjørnur til at nøkta nýtsluna hjá fólkinum á jørðini.
Í Føroyum stavar nógv tann størsti parturin av vakstrarhúsgassinum frá dálkandi brennievnum, sum olju og burturkasti – tey svara til góð 91 prosent av samlaða vakstrarhúsgassinum.
Sambært hagtølum, ið Umhvørvisstovan hevur sett saman, eru Føroyar farnar at dálka alsamt meira seinastu árini, hóast politisku ætlanirnar eru at minka um útláti.