Jørðin fær tvær sólir í 2012

Australskur granskari er komin fram til, at komandi ár fara ikki ein, men tvær sólir at síggjast í himnarúmdini. Orsøkin til hetta er, at ein av ljóssterkastu stjørnunum á náttarhimmalinum, Betelguese er spakuliga í ferð við at hvørva.

Hetta fer at føra við sær, at hon er í ferð við at kollapsa, sum aftur merkir at hon verður ein supernova - tað er: ein stjørna sum fer at spreingjast.

Tá hetta hendir fær jørðin tvær sólir á himmalin - í øllum førum í nakrar vikur, sigur australski granskarin, Brad Carter. Møguleiki er eisini fyri, at tað heldur ikki verður myrkur á nátt hesa tíðina.

Um stjørnan spreingist, fer hon at senda smærri partiklar niður á jørðina. Men vandi er kortini ikki á ferð.

- Jú, tað fara at detta partiklar til jarðar, men hóast stjørnan fer at lýsa náttarhimmalin upp, fer 99 prosent av orkuni í supernova?ini sundur í partiklar, men teir fara ikki at skaða okkum, slær Brad Carter fast.