Meirilutin ræður. Tað er ein partur av okkara fólkaræði og tað eiga vit at virða. Við tí fylgir ábyrgd. Tí er týdningarmikið at eisini meirilutin setur seg væl inn í øll mál og ikki letur eygu og oyru aftur fyri øllum góðum ráðum og tilmælum við tí einastu grundgeving, at tey fylgja meirlutanum – einum meiriluta, sum ikki er til longur. Jørðin er ikki fløt – jørðin er rund.
Ein meiriluti í Leirvíkar Bygdarráð mælti løgtinginum til at gera ein veg gjøgnum bygdina, eftir at samgongan hevði skúgvað eina áheitan frá einum samdum bygdarráð til viks um at gera tunnil. Avgerðin hjá meirilutanum í bygdarráðnum um veg niðri í bygdini var treytað av, at nógvar tillagingar vóru gjørdar í ætlanini – m.a. íbinding sunnan fyri bygdina. Men eisini hendan áheitan var skúgvað til viks av myndugleikunum.
Leirvíkar Bygdarráð hevur alla tíðina arbeitt fyri at fáa málið um vegaføringinia avgreitt og hevur hesi árini víst á fleiri møguleikar at loysa málið. At politikarar nú venda tí til, at bygdarráðið er vinglut og ikki veit, hvat tað meinar, er at avskepla veruleikan. Heldur eru uppskotini prógv um okkara vilja til at fáa ein loysn á málinum. Men higartil hava vit rent høvdið í móti múrinum og málið er framvegis óloyst. Hvat var so til ráða at taka?
Leirvíkar kommuna bað tí um hjálp frá ráðgevarum innan býarskipan og ferðslutrygd, sum gjørdu eitt uppskot um at leggja vegin oman fyri bygdina – uppi á Brekkum. Hendan loysnin hevur ongantíð verið viðgjørd áður, og einki veruligt tilfar hevur verið av hesi loysn fyrr enn nú. Samstundis hevur kommunan tryggjað sær, at Landsverk góðtekur uppskotið. Vegurin uppi á Brekkum liggur oman fyri byggilendið í bygdini og er í samsvar við galdandi býarskipan kommununar frá 1988. Kostnaðurin fyri vegin uppi á Brekkum er mettur at verða tann sami, sum at gera vegin gjøgnum bygdina.
Vegurin uppi á Brekkum verður lagdur uttan um bygdina og tunga ferðslan og bleyta ferðslan verða skildar sundur. Harafturat kunnu fólk ferðast yvir um vegin við m.a. undirføringum. Hetta er ein trygg loysn og í samsvar við nýggju ferðslutrygdarætlanina hjá landinum.
Eg fari við hesum at heita inniliga á løgtingslimir um at virða Leirvíkar Bygdarráð og fylgja áheitanini frá meirilutanum í bygdarráðnum um at samtykkja at gera vegin uppi á Brekkum. Við tí vísa tit virðing fyri meirilutanum og fyri fólkaræðinum.