Í Týsklandi eru 11.000 skúlabørn smittað við noro-virusinum eftir at hava etið jørðber. Børnini fingu leyst lív og fóru at spýggja, men sambært læknunum hava tey ikki fingið nakran álvarssaman skaða.
32 børn vórðu kortini flutt á sjúkrahús, skrivar Reuters.
Talsmaðurin hjá týska landbúnaðarmálaráðnum, Holger Eichele, sigur við fjølmiðlarnar, at jørðberini komu úr einum landi uttan fyri ES. Fyritøkan, sum lat skúlaverkinum berini, sigur, at tað kann koma upp á tal at lata børnunum endurgjald.