Sandoy: Arbeiðið fevnir í fyrsta umfari um avgrevstur av mold, graving av eyri, spreinging av hellu, uppfylling av gróti og planering.
Sambært Landsverki verður lisitasjónin á Landsverki í Havn mánadagin 27. september.
Í morgin verður ástaðarfundur við felagsskúlan í Sandoy, har ætlanin er at byggja ítróttarhøllina.
Sagt verður, at arbeiðið skal byrja í næsta mánaði og verða liðugt 15. desember í ár.
Samlaði kostnaðurin er mettur til 27 mió krónur.
Fígging
Kommunurnar í Sandoynni áttu upprunaliga prosjektuppskotið, sum orsakað av ov stórari fíggjarligari byrðu fyri kommunurnar varð gjørt um til eina landsuppgávu, skrivar tíðarritið STATUS hjá Landsverki.
Uppskotið varð síðani endurskoðað og broytt nakað.
Skipanaruppskot við krøvum og
funksjónum er tilevnað og góðkent av bygginevndini. Síðani verður
prosjekteringsarbeiðið gjørt liðugt, og nú er so jørðarbeiðið boðið út.
- Restin av arbeiðinum er tengt at, hvussu ein møgulig játtan á fíggjarlógini fyri 2011 fer at síggja út, verður sagt.