Roi Egholm
-------
Fyristillið okkum, um allir føroyingar sluppu á fólkaatkvøðu um rættin til okkara fiskitilfeingi, og at atkvøðu seðilin sá soleiðis út:
Í samband við, at Landsstýrið hevur ætlanir um, at øll fiskivinnu- og aliloyvir skulu seljast á uppboðssølu í fríari kapping, vilja vit geva tær møguleikan sjálv at avgera, hvat skal henda við tínum parti.
Mett verður, at øll loyvini hava eitt árligt søluvirði áljóðandi 1,5 mia. kr. Hetta svarar til uml. 30 tús. kr. til hvønn av teimum uml. 48 tús føroyingum, sum eru búgvandi í Føroyum.
Søluvirðið kann broytast nakað frá einum ári til annað, men hetta er eitt nøkurlunda miðal sølu virði.
Tú hevur 3 valmøguleikar:
1. Tín valmøguleiki í hesum ger, at hvør føroyingur, útyvir sína vanligu inntøku, fær 50% av sínum parti, uml. 15 tús kr. Útgoldið skattafrítt hvørt ár restina av lívinum og hin helvtin, uml. 15 tús. kr. fara í landskassan, til rakstur og menning av samfelagnum.
Hetta merkir, at eitt vanligt húski, við einum foreldrapari og 3 børnum, hvørt ár fáa útgoldið skattafrítt 5 x 15. Tús kr. = 75. tús. kr. Og sama upphædd fær landskassin at arbeiða við.
Einlig foreldur við 2 børnum fáa hvørt ár uml. 45 tús kr, og eini pensionista hjún, fáa hvørt ár, uml. 30 tús kr.
Legg til merkis, at allar hesar inntøkur eru skattafríar og afturat tínari vanligu inntøku!
Um allir føroyingar taka av hesum tilboðnum, so fær landsbúskapurin í 2012 eitt yvirskot áljóðandi uml. 250 mió. Kr.
2. Tín valmøguleiki í hesum ger, at allur ágóðin av søluni fer til Landskassan, og kunnu Føroyar soleiðis fáa ein sera sterkan landsbúskap, til rakstur og framtíðar menning.
3. Tín valmøguleiki í hesum ger, at tú frásigur tær hesar inntøkur og gevur hesi virðini til landsstýrismennirnar í fiskivinnumálum og, fyri aliloyvini, til landsstýrismannin í vinnumálum at umsita. Teir kunnu síðani útflíggja hesi virðir til útvaldar føroyingar og útlendingar, uttan nakran kostnað.
Hetta førir so við sær, at tú frásigur tær, tín part av sølu inntøkunum.
Um allir føroyingar velja hesa frásøgnina, fara hesar 1,5 mia. kr. í millum skins og hold í fiskivinnuni, har ein parturin endar sum skattakrónur av lønum og partafelagsskatti, ein partur fer til virðisminking í einari til tíðir ikki kappingarførari vinnu, og restin fer til virðisøking og endar sum vinningur hjá nøkrum fáum føroyingum og hjá nógvum útlendingum
Hetta førir eisini við sær, at landsbúskapurin í 2012 fær eitt hall áljóðandi uml. 500 mió kr. Her skulu so tær 9 mió kr, sum landstýrið, við ørmunum yvir høvdi, eru so fegnir at hava fingið tiltuskað sær frá danska skattgjaldarinum, mótroknast.
Hugsast skal um, at eingin keypir nakað loyvi á eini uppboðssølu, uttan so at viðkomandi meinar, at vinningur kann fást burtur úr keypinum.
Um føroysku fyritøkurnar, sum í dag virka í vinnuni, eru kappingarførar, so vinna tær fríu kappingina á uppboðssøluni.
Verandi fyritøkur, sum ikki klára at keypa síni rættindi til rávøruna í fríari kapping, eru ikki kappingarførar og eiga tí ikki at verða í vinnuni. Tað er ikki sjálvgivið, at tú ert kappingarførur, bert tí, at tú kennir landsstýrismannin betur, enn grannin kennir hann!
Tað passar ikki, at vit vanligu føroyingar, ikki skilja hetta!!










