J. P. Gregoriussen sýnir fram á Býarbókasavninum

J. P. Gregoriussen sýnir fram tekningar á Býarbókasavninum 17. apríl – 1. juni


J.P. Gregoriussen ella Palli Gregoriussen,  sum hann ofta verður nevndur, er føddur í Havn í 1932 og útbúgvin frá Kunstakademiets Arkitektskole í 1960. Hann er best kendur sum arkitektur og fyri sínar tiltiknu “strikur”, sum í nógvum førum og á ymiskan hátt hava sett sítt eyðkenni á býarmyndina í Havn.

 

Men eisini hevur Palli virkað sum listamaður og hevur mangan havt tekniblokkin við sær á ferð bæði úti og heima.


Á framsýningini eru tekningar úr Havnini , ið Palli hevur teknað í tíðarskeiðnum 1994-2000.


Tekningarnar lýsa á hugnaligan hátt sermerktu og einstaklingakendu byggilistina í Havn. Gamalt og nýtt hvørt um annað, stundum hvørt fyri seg, men ofta samantvinnað í eina natúrliga og spennandi eind.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 17. apríl kl. 16 og er at síggja til 1. juni.