Beint áðrenn tað myrknaði í leygarkvøldið kom vaktar og bjargingarskipið Tjaldrið á Vestmanna við Jònrit av Strondum upp á sleip.
Jónrit varð stødd nakað langt vestanfyri, tá ið hon fekk um skrúvuna og sendi boð eftir sleipi.
Sleipið gekk væl og komin á Vestmanna, fóru kavarar av Tjarldrinum niður at skera av.
Vaktahavandi á Fiskiveiðieftirlitið segði klokkan 20.30 í leygarkvøldið, at tá sá út til at alt var skorið av.
Myndina tók Birgir Waag Høgnesen