Fótbóltsdómarar
Hetta framgongur millum annað av framløguni, sum Dómaranevndin hjá FSF hevði um vikuskiftið, tá tikið var saman um dómarapartin av landskappingini 2005.
At kappingarárið varð longt, gjørdist ikki bara strævið hjá fótbóltsspælarunum. Dómararnir hava í ár havt fleiri dystir enn nakran tíð áður at hugsa um, og hjá teimum mest aktivu varð talan um hálvthundrað dystir. Einans átta dómarar hava verið um teir 135 dystirnar, sum hava verið spældir í Formula-deildini. Og hartil skulu roknast allir dystirnir, sum eru spældir í aðru, triðju og fjórðu deild.
Jónleif Frederiksen, sum er linjudómari í Formula-deildini, og sum annars dømir í lægru deildunum, var ikki færri enn 51 ferðir á vøllinum til skrásettar dystir í fjør.
Rúni Gaardbo var 49 ferðir á vøllinum, og annars lá dystartalið hjá flestu dómarunum um teir 40 dystirnar. Eitt tal, sum er væl hægri, enn tað nakran tíð hevur verið áður.
Eygleiddu 110 ferðir
Eisini hjá eygleiðarunum gjørdist talan um eitt heldur stríggið kappingarár. Talið av eygleiðarum í ár hevur verið seks, og tils samans hava teir seks eygleitt 110 dystir. Av hesum vóru teir 96 í Formula-deildini.
Og komandi ár verður talan um enn fleiri dystir. Tí er einki forgjørt í, at bæði FSF og Dómarafelagið hava stóran áhuga í at økja um talið av aktivum dómarum. Hvørt tað arbeiðið longu ber ávøkst komandi kappingarár er so ein annars spurningur. Tað stendur tó mest sum víst, at talið av dystum í næst bestu deildini hækkar við eini helvt, og so er bara at vóna, at dómararnir kunnu setast á allar dystirnar.