Herfyri boðaði hann Norðoya Javnaðarfelag frá, at hann ikki vil vera valevni floksins við komandi løgtingsval.
– Tað hevur einki við møguliga nýggjan flokkin at gera, sigur Jónleif Johannesen.
Hann valdi at fara av listanum í Norðoyggjum, tí seinast vóru tey fimm valevni í Norðoyggjum, og tað var ov nógv, sigur hann.
Jónleif Johannesen sigur, at hann ongar ætlanir hevur um at venda Javnaðarflokkinum bakið. Tvørurímóti fer hann at royna at ávirka flokkin, so hann aftur kemur á beint. Fyri tað um hann er talsmaður hjá almennu fakfeløgunum, merkir tað ikki, at hann møguliga verður valevni.
Her hugsar hann serliga um samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
- Fakfeløgini eru ikki bara ónøgd við Javnaðarflokkin, men líka so nógv við hinar flokkarnar, ið heldur ikki virða samráðingarrættin, sigur Jónleif Johannesen.
Í lógunum hjá Javnaðarflokkinum stendur annars, at floksleiðslan kann taka limaskapin frá limi,ið mótarbeiðir grundsjónarmiðum floksins ella ikki fylgir galdandi floks- ella felagslógum.
Seinast fakfeløg stovnaður flokk, misti Javnaðarflokkurin helmingin av veljarunum – og hóat tað eru 16 ár síðani, so er flokurin ikki komin fyri seg aftur.
So tiltakið hjá Jónleifi Johannesen man valla fella í góða jørð í floksleiðsluni hjá Javnaðarflokkinum, sum sambært lógunum kann tveita hann úr flokkinum.