Jónleif er aftur tingbólkaformaður

Jónleif Johannesen er nú aftur tingbólkaformaður hjá Javnaðarflokkinum, men bara fyribils.

 

Orsøkin er, at Helena Dam á Neystabø er farin í sjúkrafarloyvi úr løgtinginum. Tí tekur Jónleif Johannesen við skyldunum sum tingbólkaformaður floksins. Hilbert Elisson, fyrsti varamaður á listanum hjá Javnaðarflokkinum, tók í gjár sæti hennara í løgtingssalinum.

 

Jónleif Johannesen hevur verið formaður í tingbólkinum fram til í summar, tá Helenda Dam á Neystabø tók við. Sum skilst var tað avtalað longu beint eftir valið.

 

Hini í tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum eru Heðin Mortensen, Kristin Michelsen, Bjarni Hammer, Kristianna Winther Poulsen og Djóni Nolsøe Joensen.