TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum in.fo/Rás2 gjørdi við Jónhard Frederiksberg, álopsveteran hjá Skála, aftaná Skála hevði tryggjað sær eitt pláss í hálvfinaluni við einum teprum 2-1 sigri á Giza Hoyvík á niðara vølli í Gundadali í Havn.
Jónhard Frederiksberg er lættur um, at Skála greiddi setningin, og vann seg víðari í kappingini, men hann viðgongur, at tað helt hart, og helst fullu hann og liðfelagarnir ov nógv í tempo.
Men nú sær Jónhard Frederiksberg fram ímóti hálvfinalunum, og hann og liðfelagarnir fara at stríðast at vinna seg í finaluna á Tórsvølli.