Tá ið Jóhan Nielsen, høvuðsvenjari hjá NSÍ, kom av Skála fyri einum ári síðani, fylgdu við honum eisini hjálparvenjarin Pauli Poulsen og leikararnar Nenad Stankovic og Jónhard Frederiksberg.
Herfyri skrivaði høvuðsvenjarin Jóhan Nielsen undir nýggjan sáttmála, og fyri stuttum varð kunngjørt, at Nenad eisini hevur gjørt nýggjan sáttmála við NSÍ, galdandi fyri tvey ár.
Nú er so eisini greitt at bæði hjálparvenjarin Pauli Poulsen og áleyparin Jónhard Frederiksberg halda fram í NSÍ.
- Vit eru sjálvsagt glaðir fyri at hava longt sáttmálarnir við Jónhard og Paula, og er hetta eisini fult í tráð við ynski okkara um at liðið komandi ár í mest møguligan mun skal verða óbroytt, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ, til heimasíðuna hjá NSÍ.
Spurdur um aðrar sáttmálar, sigur Dánial Petur Hansen, at fleiri væntandi verða kunngjørdir fyrsta dagin.
(Kelda: NSÍ-Heimasíðan)