Jónhard nýtti trettan minuttir til hattrikk

Annar landsliðsmaðurin hjá Skála noyddist at taka seg burturúr, og hin gjørdi trý mál eftir lítlum korteri, tá ið oddaliðið rættuliga setti GÍ upp á pláss

fótbóltur

Fótbóltsgleimurin á Skála stendur við. Hesa ferð stóð GÍ fyri tørni, og teir vórðu sendir um aftur Gøtueið við 4-0 tapi í viðførinum.
Leingi bendi lítið á, at munurin skuldi fara at gerast so stórur. Gøtumenn vóru komnir á Skála at verja um tað, sum teir høvdu við sær, og tað eydnaðist væl fyrsta tíman. Tað var tætt millum keturnar, og tað gekk ikki væl hjá Skála at spæla seg til stórar møguleikar undan fitta lotinum. Samanspælið var ikki nóg neyvt til, at tað skuldi eydnast.
Jónhard Frederiksberg hevði ein stútara í tvørtræið í 1. hálvleiki, og í hinum endanum var tað um reppið, at eitt av ógvuliga vandamiklu fríspørkunum hjá Súna Olsen endaði í málinum. Men bólturin brast í tvørliggjaran.
Hjá Skála kom tað illa við, at liðformaðurin og nýklækti landsliðsspælarin, Pauli G. Hansen, noyddist at taka seg burturúr, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Í vikuni varð hann raktur av lítlum vøddaskaða, og tað var skjótt sunnudagin, at tað varð staðfest, at skaðin kortini ikki var so mikið álvarsligur, at tað ikki bar til at halda fram, og so kom Rúni Rasmussen á miðvøllin.

Umskipaðu
Hóast GÍ hevði vindin undan eftir steðgin, so tóktist tað ikki sum um, at teir ætlaðu at leggja heimaliðið undir trýst. Heldur royndu teir at halda fram við tí, sum teir í fyrra umfarinum høvdu havt so góða eydnu við.
Skála umskipaði eitt sindur eftir steðgin. Tað gjørdu teir fyri at fáa størri breidd og tyngd í uppspælið. Hanus Thorleifsson, sum hevði verið ytsti miðvallarin í høgru í 4-4-2 spælskipan, varð fluttur at vera meiri sentralur, har hann og Rúni Rasmussen og Nenad fyltu meiri. Jónhard Frederiksberg var einsamallur heilt frammi í toppinum, og so vóru Bogi Gregersen og Alexandur Johansen meiri vongspælarar í ávikavíst høgru og vinstru.

Trý mál í trettan minuttir
Eitt korter var farið av 2. hálvleiki, tá ið Skála fekk hol á, og so gekk tað heilt skjótt. Jónhard Frederiksberg var meistari fyri trimum teimum fyrstu málunum. Harvið gjørdi hann reint hattrikk, sum teir plaga at siga.
Í 61. minutti stútaði hann horna úr høgru frá Iulian Florescu í málið, og sjey minuttir seinni var hann fyrstur á nýggjum innleggi frá Iuliani. Gleði og gleimur í Skála leguni, men Jónhard var ikki liðugur. Í 74. minutti endaði Skála uppspæl og nógvar skjótar og hugflogsríkar flytingar, sum lótu gøtumenn eftir uttan møguleika at byrgja fyri, við, at Jónhard Frederiksberg enn eina ferð skoraði.
Løtu seinni varð trífaldi málskjúttin fagnaður, tá ið hann fór av vøllinum. Í staðin kom Stancovic á vøllin, og hann takkaði fyri álitið. Eftir fínt uppspæl og sundurtaging av gøtumonnum, sum síðstu løtuna vóru statistar í Skála sjónleikinum, spældi hann framvið Halli Hansen, ið hevði kent seg noyddan at leypa út, og út í høgra borð, har Bogi Gregersen var púra blankur og uttan nakað sum helst kundi seta bóltin í tóma málið. 4-0 og Skála hevði neglt oddasessin so rimmar fastan.

Luftin fór úr
Gøtumenn vórðu flongdir, og tað mundi kennast rættuliga snópisligt. Teir høvdu fyrsta tíman hildið seg til tað, sum teir høvdu avrátt, og tað hevði gingið væl. Marginalirnir vóru ikki við, tá ið Súni Olsen sendi fríspark langt úti frá og á tvørtræið. Um tann royndin hevði endað við máli, so høvdu fyritreytirnar verið uppaftur betri fyri avráddu skipingini av spælinum, og so høvdu vánirnar verið uppaftur betri fyri skilagóðum avriki og góðari úrtøku.
Nú skrædnaði ballónin fullkomuliga. Rappfótaðu skálamenninir vunnu ferð eftir ferð tvídystirnar undir málinum við stóru miðverjarnar hjá GÍ - eisini í luftspælinum. Tað bar frustratiónir við sær. Í síðsta minutti sá Atli Gregersen gult fyri aðru ferð. Harvið sektaði hann seg sjálvan og sítt lið longu undan, at HB kemur á vitjan í Gøtu næsta sunnudag.
Tríggjar minuttir undan fyrsta Skála málinum varð Vitus Kofoed settur á vøllin. Hann loysti Poul Arna Jacobsen av. Tað gjørdi ongan mun tann betra vegin, og tað man ivaleyst vera ein stórur spurningur, hvussu ofta maðurin, sum skuldi hjálpa Popczynski í fremstu røð, fer at fáa møguleikan afturat.