Andrew av Fløtum noyddist í gjár at geva Jógvani Martin Olsen avboð til landsdystin móti Georgia. Andrew hevur drigist við ein skaða, og tí hevur hann ikki møguleika at taka eina hond við, nú Jógvan Martin fyri fyrstu ferð skal senda landsliðið í undankappingardyst.
Ístaðin hevur landsliðsvenjarin tikið út Jónhard Frederiksberg úr Skála. Jónhard hevur verið mest sum fastur fúsur á landsliðnum seinastu 3 árini, men hesa ferð var hann ikki partur av upprunaliga hópinum. Týskvøldið spældi hann tó ein góðan dyst í Vági, og tí var tað hampiliga nærliggjandi, at hann var maðurin, sum varð innkallaður fyir Andrew.










