Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjár fall avgerðin um, hvør er Føroya lekrasti fótbóltsspælari, og valið fall á Jónhard Frederiksberg úr NSÍ.
Tað er ungdómssendingin Pink, sum hevur skipað fyri kappingini seinastu vikurnar, og í gjár vóru finalistarnir til endaligu próvtøkuna. Ein spælari úr hvørjum av Formula-liðnum hevði vunnið seg fram til finaluna, sum varð avgjørd við SMS-atkvøðugreiðslu.
Og her gjørdist úrslitið altso, at Jónhard Frederiksberg varð kosin sum tann lekrasti av øllum. Hann vann framman fyri Jón Krosslá Poulsen úr VBSumba og Sam Jacobsen úr GÍ. Hinir finalistarnir vóru Rógvi Poulsen (AB), Bergur Midjord (B36), Gert Hansen (EB/Streymur), Meinhardt Joensen (KÍ), Pauli G. Hansen (Skála), Rókur av Fløtum Jespersen (HB) og Símin Hansen (B71).
Talan var um harðan dyst, men eisini tá tað ráddi um at finna lekrasta spælaran í landinum, stóðu runavíkingar ovastir