Jónhard Frederiksberg verður komandi kappingarár at síggja í gulu og svørtu troyggjuni hjá NSÍ. Eftir eitt ár í EB/Streymi hevur skálamaðurin valt at skifta aftur til NSÍ.
Hetta er triðju ferð, at Jónhard Frederiksberg skiftir til NSÍ. Hann skifti til NSÍ frá Skála í 2007 og vann FM. Í seinnu hálvu av 2008 var hann aftur á Skála, men skifti eftir eitt hálvt ár aftur til NSÍ. Í fjør valdi hann so at royna seg í EB/Streymi, har hann eisini gjørdist FM vinnari.
NSÍ hevur fingið tilgongd av millum annað Andy Olsen og Einari T. Hansen, umframt at Pól Jóhannus Justinussen heldur fram í felagnum. Ábraham Løkin er nýggur venjari.
Mynd:(www.nsi.fo) Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ og Jónhard Frederiksberg