Tá Reyði Krossur Føroyar í ár handaði heiðurslønirnar til ársins fyrstuhjálparar avgjørdi felagsskapurin at handa eina fyrstu heiðursløn fyri fysiska hjálp og eina fyri sálarliga hjálp. Hana fekk Jóngerð Nielsen í samband við eina deyðsvanlukku á Vesmannavegnum í fjør.
Ein 24 ára gamal maður lat lív í syndarligu motorsúkkluvanlukkuni. Jóngerð Nielsen var millum tey fyrstu á staðnum og gav unga manninum fyrstuhjálp.
Tá sjukrabilurin var farin av staðnum, tók Jóngerð av sínum eintingum ábyrgdina fyri teimum ungu monnunum, sum høvdu koyrt á motorsúkklu saman við honum, sum lat lív. Teir vóru skelkaðir og høvdu tørv á kreppuhjálp.
Jóngerð Nielsen veitti teimum umsorgan og tosaði við teir. Hon fekk skjótt til vega eitt høli í Vestmanna, har tey kundu tosa um skelkandi hendingina saman.
Seinni koyrdi hon vinmenninar á Landssjúkrahúsið, so at teir kundu verða saman við familjuni hjá unga manninum. Hon tryggjaði sær, at hond bleiv tikin um hvønn einstakan teirra. Afturat hesum hevur Jóngerð Nielsen av sínum eintingum bjóðað hinum hjálparfólkunum, sum vóru í bjargingararbeiðinum heim til sín, har tey kundu tosa saman eftir hendingina.
- Aftur her vísti ein borgari, í hesum føri Jóngerð, eitt yvirskot til at handla í einari akuttari og traumatiskari støðu, sigur nevndin, sum altso kjósaði hana til ársins fyrstuhjálpara 2017.
Á myndini stendur Jóngerð Nielsen ytst til vinstru. Saman við henni eru Jógvan Thomsen og Kim Andre Nielsen, ið eisini vórðu kosnir árins fyrstuhjálparar, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar.










