Jónas Tór Næs spældi við, tá ið danska 1. deildarfelagið AB spældi venjingardyst leygardagin. Dysturin var ímóti 2. deildliðnum Brønshøj, og AB vann dystin 4-1. Jónas skal royna seg fyri AB næsta hálva árið, og hann slapp at royna seg eina løtu í dystinum ímóti Brønshøj. Nú verður tað so upp til Jónas at vinna sær pláss á liðnum, sum Christian Andersen venur.