Jónas: Tvær pentir í munnin

Jónas Tór Næs mátti av vøllinum stutt fyri útjavnandi málið hjá Svøríki. Hann fekk alboga í andlitið og lá sum keylan, meðan blóðið rann úr munninum.

Dómarin valdi av onkrari orsøk, ikki at steðga dystinum beinanvegin. Tá hann so steðgaði dystinum mátti Jónas Tór Næs av vøllinum og í umklæðingarrúmið at seymast í yvirmunninum. Meðan Jónas var uttanfyri skoraði Svøríki til 1-1.

- Eg skilji ikki hví dómarin ikki steðgaði dystinum, sigur Jónas Tór Næs, sum fór á skaðastovuna eftir dystin.

- Eg síggi bara at eg fái ein alboga í høvdið. Eg havi ikki sæð støðuna umaftur, men sum eg minnist, so kundi tað gott verið eitt reytt kort, sigur Jónas.

Fyri trimum viku síðani royndi Jónas nakað líknandi í dysti í Íslandi.

- Har fekk eg eisini ein alboga í høvdið, men eg fekk væl spælt víðari, so tað klári eg eisini hesaferð, sigur Jónas avgjørdur á málinum.

Zlatan Ibrahimovic var skjótur at útnytta, at Jónas ikki var á vøllinum.

- Hann veit at tað manglar ein leikari har, tí hann spælir bóltin í blindum út í hasa síðuna, sigur ein argur Jónas Tór Næs.

Jónas Tór Næs letur annars væl at avrikinum í kvøld og ikki minst av áskoðarunum á Tórsvølli í kvøld. Sostatt verður Jónas klárur til dystin týskavøldið móti Írlandi.

trondur@sosialurin.fo